Tann 56 ára gamli kanadiumaðurin Jean Beliveau fekk eina stórfingna móttøku, tá hann í gjár kom aftur til Montreal eftir at hava gingið runt um jørðina. Ferðin vardi 11 ár, og hesi árini hevur hann gingið 75.000 kilometrar ígjøgnum 64 lond.
Beliveau fór til gongu úr Montreal á sínum 45 ára føðingardegi í 2000. Nú hann kom aftur, greiddi hann frá, at í Sudan hevði hann havt sítt skegg og turban á høvdinum, í Kina hevði hann etið slangur, og í Filipsoyggjunum hevði hann gingið saman við hermonnum.
Jean Beliveau umrøður sína ferð sum eina friðarferð, og hann hevur mælt Kanada og øðrum londum til at tilnevna serligar friðarsendiharrar, sum skulu bøta um viðurskiftini millum heimsins lond.