Tað er sum vera man hópin av leysasøgum at finna um hvar Zlatan Ibrahimovic fer at spæla eftir summarsteðgin, tá ið sáttmáli hansara við PSG gongur út.
Leysasøgan, sum hevur verið serliga afturvendandi, er hon, at hann fer at skifta til Premier League. Nú váttar Zlatan sjálvur, at áhugi er fyri honum haðani.
- Eg havi fingið hópin av tilboðum frá enskum feløgum. Eg havi vunnið nógv meistaraheiti, men eg vil framvegis vinna enn fleiri. Eg fari at gera alt, sum eg kann, sigur hann í samrøðu við The Guardian.
Ensku feløgini, sum hava verið nevnd sum møguligi næsti arbeiðsgevari hansara, eru m.a. Liverpool, Chelsea, Arsenal, Manchester United og West Ham.