Hevur Hillary parkinsons sjúku?

Hóast læknarnir siga hon er frísk, so er framvegis stórur ivi millum amerikanarar.

Hillary Clinton er nú farin at føra valstríð aftur, eftir tríggjar dagar sjúkralegu.

 

Hillary Clinton møtti í gjáramorgun miðlunum aftur og við sær hevði hon eina læknaváttan uppá, at hon er frísk og vælegnað til at arbeiða fyri USA.

Tó er hennara sjúkralega ikki gloymd – hvørki á sosiali miðlunum ella á tíðindasíðunum í USA. USA reportarin hjá Danmarks Radio, Stephanie Surrugue, segði við heimasíðuna hjá DR í gjárkvøldið, at serstakliga republikanarir sáa iva um heilsustøðuna hjá demokratiska forsetavalevninum. Og teoriirnar um, hvat veruliga kann vera hent, eru ikki smávegis.

 

- Konspiratiónsteoriirnar um heilsuna hjá Clinton hava fingið bein at ganga á. Tað er ikki einans í myrkum krókum á netinum, at teoriirnar koma fram, men eisini á sosialu miðlunum og í tíðindasendingunum. Hevur hon parkinsons, hevur hon ein sokallaðan dupultgangara ella er hon frá rúmdini, greiðir Stephanie Surrugue.

 

Tað eru bert 53 dagar eftir til amerikanska forsetavalið nú Hillary Clinton er farin aftur at føra valstríð.