Tann 1. desember í 1963, bert nýggju dagar eftir mest umtalaða forsetadrápið nakrantíð, byrjaði tá bert 16 ára gamli Eyðun Jensen hjá Ríkisumboðnum, sum tá eisini umsat alt tað sosiala økið fyri Føroyar. 45 ár seinni, 1. desember 2008, arbeiðir Eyðun Jensen, sum í dag er 61 ára gamal, hjá Tórshavnar Kommunu, har hann er leiðari á Sosialu deild.
Tá málsøkið varð yvirtikið og Almannastovan sett á stovn í 1975, fylgdu starvsfólkini hjá Ríkisumboðnum, ið umsótu hetta økið, við, og tað sama gjørdi Eyðun Jensen. Har helt hann áfram at arbeiða, inntil hann í 1985 varð settur sum leiðari á Sosialu deild hjá Tórshavnar Kommunu.
Tá Eyðun Jensen byrjaði hjá Tórshavnar Kommunu, varð Poul Michelsen borgarstjóri í síni aðru setu, og síðan tá hava Lisbeth L. Petersen, Leivur Hansen, Jan Christiansen og Heðin Mortensen verið borgarstjórar í Tórshavnar Kommunu. Fimm borgarstjórar og eina álvarsliga kreppu eftir at hann byrjaði hjá kommununi, er hugurin til starvið enn líka stórur, sum tá hann byrjaði.
Nógvar broytingar eru hendar í samfelagnum síðan hann byrjaði, og hesar broytingar eru, sambært Eyðuni Jensen, sera sjónligar.
- Tað er himmalvíður munur á nú og tá. Fólk gjørdu ikki vrøvl fyrr, men vóru glað um tey yvirhøvir fingu nakað sum helst. Tað lá kanska í føroyinginum tá, at hann var nøgdur við tað, hann fekk, og gjørdi ikki vrøvl, um hann einki fekk, greiðir Eyðun Jensen frá.
Tá hann byrjaði hjá Ríksumboðnum, arbeiddu 5 til 6 fólk á økinum, og tað var fyri alt landið. Í dag starvast 10 fólk innan økið bara hjá Tórshavnar Kommunu.
Skomm at fáa almenna hjálp
Tá Eyðun Jensen byrjaði hjá Ríkisumboðnum í 1963, umsótu tey eisini arbeiðsloysi, sum eisini fylgdi við til Almannastovuna seinni.
- Eg minnist, at fyrstu tíðina tá eg arbeiddi innanfyri hetta økið, og vit umsótu arbeiðsloysi, tá kundu føroyingar ganga arbeiðsleysir í mánaðarvís, áðrenn tey komu til tað almenna. Tað hevur kanska eisini nakað við tað at gera, at fyrr varð tað sæð sum skomm at fáa hjálp frá tí almenna, og hetta lá nokk í føroyinginum. Í dag er tað ein sjálvfylgja at tú fær tað, tú hevur rætt til, men vit skulu ikki so nógv ár aftur til at tað endaliga broyttist, greiðir Eyðun Jensen frá.
Millum ár og dag hevur Eyðun Jensen eisini sæð og hoyrt nógv, og hevur hann eisini fleiri góðar søgur at greiða frá.
- Fyrr var landsstýrið kærumyndugleikin innan økið, og tað var landsstýrið, sum skuldi viðgera allar kærurnar sum komu inn. Men tað vísti seg skjótt, at tey ikki høvdu arbeiðsorku til at umsita kærurnar, sum komu inn. Tá vórðu vit biðin um at lata vera við at fortelja tað fyri nøkrum, at tey kundu kæra, tí úti í Tinganesi komu tey í neyð av kærunum, sum hópaðu seg upp. Vit fingu ikki nakað niðuskrivað pappír um tað, men vóru vinarliga biðin um tað. Soleiðs vóru tíðirnar tá, sigur Eyðun Jensen við einum brosi.
Gleðin er at tú sært úrslit
Í 1985 fór Eyðun Jensen í starv sum leiðari á sosialu deild hjá Tórshavnar Kommunu. Barnavernd er í dag kommunalt øki, og tað er høvuðsarbeiðsøkið hjá sosialu deild. Síðan lógin varð broytt fyri nøkrum fáum árum síðani, er tað arbeiðið eisini blivi meira professionelt. Men tá tú arbeiðir við barnavernd, er tað altíð tey keðiligu málini, ið arbeitt verður við.
- Tað eru rættiliga nógvar syrgiligar søgur í hesum arbeiðinum. Eg havi verið við til at síggja nógv ar syrgiligar sjónir, og soleiðs vil tað altíð vera á hesum økinum. Men tað sum ger at man vil halda fram við arbeiðinum er gleðin tá tú sært úrslit av tí, sum tú gert, at síggja gleðinia í lívinum hjá teimum, sum tú hjálpir. Tað er tá at tú fært nýggja orku til at halda fram í arbeiðinum, vísir Eyðun Jensen á.
Sjálvur hevur hann ongantíð ivast í um starvið er tað rætta fyri hann, men onkuntíð hevur hann ivast í, um tað er tað heila vert.
- Tann ringasta tíðin, tað var tá málið um lílta Petur koyrdi fyri nøkrum árum síðani. Tað var ræðuligt, tú vart úthongdur í bløðunum og varð kroystur úr øllum ættum, tað føldist sum ein ordilig hetz koyrdi ímóti tær. Tá ivaðist eg alvorliga í, um tað var tað heila vert. Men eg trúði fast uppá at tað var rætt, sum vit gjørdu, og tað var ein lætti at síggja seinni, at vit tóku tað røttu avgerðina. Til tíðir er hetta hart, men hitt vigar væl upp móti tí, og tað er tí tú klárar at halda fram. Gleðin liggur í at tú sært úrslitini av arbeiðinum.
Meira at gera í dag
Síðan nýggja barnaverndarlógin kom í gildi, hevur meira verið at gera hjá sosialu deild, men sambært Eyðuni Jensen, er tað ikki tí at børnini skikka sær verri í dag.
- Síðan nýggja lógin kom í gildi, hevur verið munandi meira at gera. Men tað er tí at arbeiðið í dag er blivið nógv meira professjonelt. Tað er ikki tí at børnini skikka sær verri, tí tað gera tey nokk ikki. Tað er bara lættari hjá tí køna eyganum at síggja trupulleikarnar, greiðir Eyðun Jensen frá.
Afturat tí er tað eisini vorðið meira náttúrligt at leita sær hjálp í dag. Fyrr var tað soleiðs at barnaverndin varð nýtt til forskrekkilsi hjá børnunum, meðan tað í dag er meira nattúrligt at leita sær sakkøna hjálp.
Hugsar um at geva bók út
Eyðun Jensen er í dag 61 ára gamal, og hevur hann tískil møguleika at arbeiða í nøkur ár afturat, áðrenn hann leggur arbeiðshandskarnar. Hann greiðir tó frá, at hann so smátt er farin at hugsa um lívið aftaná arbeiðið.
- Men tað er ikki komið longri enn at eg so smátt eri farin at hugsa um tað. Eg havi átt bát fyrr, men eg fari neyvan at keypa mær bát aftur. Men ein tanki, ið eg havi spælt mær við, er at skriva eina bók um tað sosiala økið í Føroyum frá tí eg byrjaði og til í dag. Men tað er enn bara ein tanki eg havi spælt mær við, sigur Eyðun Jensen.
Tann 1. januar 2009 kemur nýtt býráð til, og verður tað sjeynda býráðið, ið Eyðun Jensen kemur at arbeiða undir. Heldur hann áfram líka til hann er 67, nær hann upp á átta ymisk býráð, áðrenn hann velur at takka fyri seg.