info
Ongi úrslit

Er brúk fyri barnagentu bjóði eg meg fram 

- Eg minnist aftur á nógvar góðar ólavsøkur, har vit fingu vitjan av familju, vinum og kenningum av bygd. Tað var so sera hugnaligt, sigur Bjørghild Djurhuus 

Vilmund Jacobsen
28. juli 2024 kl. 00:30

Fert tú á ólavsøku í ár?  
- Ja, eg plagdi at fara til setanina ólavsøkuaftan, og tað vænti eg eisini, at eg fari í ár. Ólavsøkudag fara vit í føðingardag hjá ommusoninum. 
Tað sigur Bjørghild Djurhuus.
Hvussu heldur tú ólavsøku?    
- Tað er alt eftir umstøðunum, hvussu eg haldi ólavsøku. Hevur onkur av mínum brúk fyri barnagentu - ja, so bjóði eg meg fram. Annars - og um veðrið verður gott - fara vit ein túr í býin at spáka.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?   
- Tað besta er, at familjan samlast at halda ólavsøku. Dóttirin kemur úr Danmark hvørt ár á ólavsøku, og so plagdi dóttirin úr Vestmanna eisini at koma við familjuni til Havnar. 
Bjørghild Djurhuus sigur, at hon minnist aftur á nógvar góðar ólavsøkur, har tey fingu vitjan av familju, vinum og kenningum av bygd. 

Myndin er ikki tøk

- Tað var so sera hugnaligt, og tey settu sín serstaka dám á ólavsøkuna. Minnist, hvussu vit stákaðust - og so øll at pynta seg í føroyska búnan. 
Hon sigur, at dagin eftir var altíð so spennandi at hoyra, hvat øll - hvør í sínum lagi - høvdu upplivað. 
Er onkur serlig ólavsøka, tú minnist?    
- Ólavsøkan í 2018 var nakað heilt serligt, tí tá bleiv okkara yngsti ommusonur føddur.
Kundi okkurt verið øðrvísi við ólavsøkuni? 
- Eg haldi, at ólavsøkan hevur so nógv at bjóða, bæði ungum, tilkomnum og eldri. So, er veðrið til vildar – ja, so er eisini ólavsøkan bæði hátíðarlig og hugnalig, heldur Bjørghild Djurhuus.

Lesið eisini -

* Terje plagar at halda ólavsøku í báti - https://www.in.fo/news-detail/terje-plagar-at-halda-olavsoeku-i-bati 

* Fyri fyrstu ferð eigi eg føroysk klæðir - https://www.in.fo/news-detail/fyri-fyrstu-ferd-eigi-eg-foeroysk-klaedi

* Ólavsøkan er sera kommersiell - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-er-sera-kommersiell

* Ein serlig ólavsøka tá eg møtti konu míni - https://www.in.fo/news-detail/ein-serlig-olavsoeka-ta-eg-moetti-konu-mini

* Ólavsøkan rúmar ov illa børnunum - https://www.in.fo/news-detail/olavsoekan-rumar-ov-illa-boernunum

* Tíbetur velja vit sjálvi hvussu vit fara á ólavsøku - https://www.in.fo/news-detail/tibetur-velja-vit-sjalvi-hvussu-vit-fara-a-olavsoeku

* Tað var ein gul ólavsøka í 2002 - https://www.in.fo/news-detail/tad-var-ein-gul-olavsoeka-i-2002

* Á ólavsøku visti eg at vit høvdu gjørt rætt - https://www.in.fo/news-detail/a-olavsoeku-visti-eg-at-vit-hoevdu-gjoert-raett

 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Chelsea-málverji breyt kjálkan í samanbresti

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Meistaradeildin: NSÍ og KÍ hava størstu favorittstøðurnar

2 tímar síðan
Tíðindi

Musk vísti fram flúgvandi Tesla

3 tímar síðan
Tíðindi

Siðsøgan á útróðri í Grønlandi

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 skal spæla dystir 70 km vestanfyri ukrainska markið

5 tímar síðan
Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

12 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

12 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

13 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

13 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

14 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

14 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

14 tímar síðan