- Fuglafjarðar Sløkkilið hevur øll árini verið væl mannað við dugnaligum og ábyrgdarfullum leiðarum - og leiðari í 22 av hesum 40 árunum hevur verið Gordon M. Petersen. Fuglafjarðar Sløkkilið hevur nú 40 ár á baki, og soleiðis eru eisini liðin 40 ár, síðan fuglfirðingar byrjaðu at skipa seg á brunaøkinum.
Týsdagin 22. februar vóru nevniliga liðin 40 ár, síðan sløkkiliðið í bygdini varð stovnað.
Heimasíðan hjá Fuglafjarðar kommunu veit at siga, at øll hesi ár hevur sløkkiliðið verið væl mannað við dugnaligum og ábyrgarfullum fólki og góðum leiðarum.
- Sløkkiliðsútgerðin hevur eftir umstøðunum eisini verið á høgum støði, serliga eftir at brunalógin kom í 1986, sigur Fuglafjarðar kommuna.
Í 22 av teimum 40 árunum, sum Fuglafjarðar Sløkkilið nú hevur lagt aftur um bak, hevur Gordon M. Petersen verið leiðari. Núverandi leiðari er Johann Clementsen.