Hevur tú ADHD manglar heilin dopamin

Tá ein hevur ADHD, er ov lítið av evinum dopamin í heilanum, sum heilakyknurnar millum annað brúka til at geva boð til hvørja aðra.

Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD. Í Sosialinum seta vit eisini sjóneykuna á ADHD hendan mánaðin við persónligum søgum og fakta frá serfrøðingum

Í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti greiðir Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, millum annað frá, at ADHD snýr seg um uppmerksemistrupulleikar og ovurvirkni av motoriska systeminum. Heitið ADHD fevnir eisini um órógvið ADD og onnur órógv við.

Tá ein hevur ADHD, er ov lítið av evinum dopamin í heilanum, sum heilakyknurnar millum annað brúka til at geva boð til hvørja aðra. Tá talan er um konsentratión og hyperaktivitet, uppmerksemi og tey økini, sum eru rakt, tá man hevur ADHD trupulleikar, snýr tað seg biokemiskt um, at heilin hevur ov lítið av dopamin.

Les eisini: Hoyr Erhard Joensen, løgtingsmann, greiða frá um ADHD

Við ADHD er trupult av hugsavna seg og halda konsentratiónini á ávísari uppgávu, samrøðu ella øðrum uttan at verða órógvaður av tí, sum hendir rundan um ein ella av ljóði, ljósi ella øðrum. Hjá summum er eisini trupult at halda seg í friði, tí tey hava hyperaktivitet. Onnur er trek og sein í sínum reaktiónum.

ADHD trupulleikar byrja frá barni av. Natúrliga fáa smábørn ikki hugsavnað seg í longri tíð og duga ikki at stýra impulsiteti, men hetta læra tey, tá tey vaksa til. Við ADHD verða hesi evnini ikki útviklað, og tí er ADHD eisini ein útviklingstrupulleiki.

Les eisini: Miðnámskúli og ADHD

ADHD er eitt spektrum, og tað merkir, at summi eru verri fyri enn onnur. Tað er atferðin, sum indikerar, at eitthvørt er galið, tá vanlig atferð verður ekstrem. Ein ekstrem atferð í barnagarðinum kann elva til trupulleikar, um atferðin verður stigmatiserandi, og barnið ikki fær lært nakað. Darvar hon barninum í at ganga í barnagarð ella í skúla, eigur man at geva viðgerð, heldur Tórmóður Stórá.

Verður ADHD ikki viðgjørt, visa kanningar, at fortreytirnar fyri at klára seg í skúla ella arbeiðsmarknaðinum verða vánaligar, og tey tjena minni í miðal enn onnur í samfelagnum. Fleiri misbrúka eisini rúsevni fyri at klára tilveruna og fremja lógarbrot av ymsum slag. Eisini fáa tey oftari skaða enn onnur, tí tey hugsa ikki um avleiðingar og eru impulsiv, greiðir Tórmóður Stórá frá.

Les eisini: Álvarsliga sjúk av óviðgjørdum ADHD

Les meir um evnið ADHD og heilivágur í Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið. Í blaðnum er eisini persónlig frágreiðing frá ungari kvinnu, sum í mong ár stríddist við ógvusligar fylgisjúkur av ADHD, nevniliga orsakað av at hon ikki hevði fingið heilivág.