Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna Tjóðveldisfloksins
-------------------------------------------------------------------------
Oddagreinin í Dimmalætting týsdagin hevst at Tjóðveldisflokkinum. Trupulleikin er, at vit stríðast fyri at fáa umboðan í Norðurlandaráðnum.
Siðvenjan brotin
Tað, sum vit hava funnist at, er, at sitandi samgonga hevur brotið við ta siðvenju, sum altið hevur verið galdandi síðani Løgtingið fekk umboð í Norðurlandaráðið. Siðvenjan er, at andstøðan og samgongan velja hvør sítt umboð at umboðað Føroyar í Norðurlandaráðnum. Hetta heldur Tjóðveldisflokkurin er ein skilagóð avgerð; sum øll løgting undan tí, sum nú situr, hava tikið undir við. Líka síðani føroyska umboðanin byrjaði í Norðurlandaráðnum.
Men sum tann kritiska røddin, so sigur oddagreinin: "Men Tjóðveldisflokkurin hevur nú einaferð ikki einkarrætt til umboðan í hesum ráð,..." Til tað er at siga, at tað er púra rætt! Men vit vísa bara á og ynskja, at siðvenjan, við at andstøðan velur annað umboðið, verður hildin. Hendan siðvenja má væl eisini kunnað verða galdandi, fyri tað um Tjóðveldisflokkurin situr í andstøðu.
Hvør velur andstøðuumboðið
Og oddagreinin heldur fram "...og at halda uppá, at Kári P. Højgaard úr Sjálvsstýrisflokkinum ikki er umboð fyri andstøðuna á Føroya Løgtingi, er nú at fara eitt sindur ov lætt um politiska veruleikan, sum hann sær út í dag." Men, tað er altso ikki Kári P Højgaard, sum er trupulleikin. Trupulleikin er, hvør ið hevur valt Kára P Højgaard. Og í hesum føri er tað altso ikki andstøðan, sum hevur valt hann, men tað hevur samgongan gjørt.
Ein ókritisk rødd er so behagilig
Og tað er ein bangin samgonga, sum treytar sær, at andstøðurøddin í talar, skal verða vald av samgonguni sjálvari.
Við at keypa Sjálvstýrisflokkin upp í valbólkin hjá samgonguni, mátti samgongan rinda við einum nevndarsessi í maktmiklu fíggjarnevndini. Men afturfyri fekk hon so valt, hvør í skuldi umboða landið í Norðurlandaráðnum.
Tí hvat fekk samgongan burturúr við at fara í valbólk við Sjálvstýrisflokkin. Burtursæð frá, at hon misti ein nevndarsess í fíggjarnevndini, so fekk hon sjálvandi tað burturúr, at hon sum samgonga gjørdi av, hvør í andstøðuni umboðaði Føroyar. Og til tað vildi hon sjálvandi hava eina rødd, sum ikki var kritisk mótvegis samgonguni.
Óli og Kári - týpiskir stríðsmenn
Oddagreinaskrivarin sigur seg síðani ikki skilja, hví Tjóðveldisflokkurin er so harmur um støðuna: "Serliga, tá tað nú eru tveir sokallaðir sjálvstýrisflokkar, sum koma at sita í Norðurlandaráðnum hesa tingsetuna. Var talan um ein sambands- og ein javnaðarmann, so høvdu vit kunnað sett okkum inn í grundgevingarnar hjá Tjóðveldisflokkinum, men tað kunnu vit ikki nú." Nú veit eg ikki um oddagreinaskrivarin heldur, at Óli Breckmann og Kári P Højgaard eru týpiskir stríðsmenn fyri føroyskum sjálvræði.
Men aftur her, so er tað ikki tað, sum málið snýr seg um. Málið snýr seg í stuttum um, hvør í skal velja andstøðuumboðið í Norðurlandaráðið. Skal tað verða samgongan ella skal tað verða andstøðan.
Tjóðveldisflokkurin heldur so, at tað skal verða, eins og tað altið hevur verið; - nemliga, at tað skal verða andstøðan, sum velur sítt umboð, og at samgongan velur sítt.
At samgongan so er ósamd, er so ein onnur søk. At hon harafturat er í meiriluta, og soleiðis kann trumla meiningarnar hjá andstøðuni niður til ein og hvørja tíð; tað kunnu vit so ikki forða fyri.
Men við Tjóðveldisflokkinum í andstøðu verður slíkur politikkur ikki førdur uttan átalu, - tað má samgonguverjan í Dimmu so bara góðtaka, - um hon so góðtekur tað ella ei.