Hevur val verið?

Vit hava júst havt eitt val, har núsitandi samgonga hevur mist meirilutan. Men løgmaður tvíheldur um maktina ? tí hann var valdur ? í 1998!

Sambart stýrisskipanarlógini kann hann sita ? t.v.s. at juridiskt hann hann sita. Men moralskt haldi eg ikki, at hann kann sita ? Tí veljarin vísti á valinum í 2002 greitt, at hann ikki ynskir, at núsitandi samgonga heldur fram. Tí situr núverandi samgonga uttan nakran meiriluta. Greiðari kann tað ikki sigast.

Serliga skal havast í huga, at Sambandsflokkurin nú er størsti flokkur, og at núsitandi samgonga misti 2 umboð til
Sambandsflokkin.Ein snaring inn í positivt samstarv og ríkisfelagsskapin.

Og um Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í valstríðnum ikki høvdu lagt leiðina inn í miðjuna í føroyskum politikki, so høvdu teir mist enn meira ? til Sambandsflokkin.

Nógvir Fólkafloksveljarar vóru snýttir av Fólkaflokkinum í 1998 ? tí flokkurin fór so langt á loysingarleið við
Tjóðveldisflokkinum, at ongin munur var á hesum flokkum. Hetta royndu teir at bøta til valið, við at taka frástøðu frá Tjóðveldisflokkinum til valið. Loysingarvongurin í Fólkaflokkinum fekk ein dyggan undir vangan og vóru fleiri av hesum als ikki vald inn á ting. Um broytingar vóru, har forskjótingar hendu frá Fólkaflokkinum til Tjóðveldisflokkin, so hevði støðan verið ein onnur. Fólkaflokkurin kann tí ikki snýta veljarar sínar einaferð enn við at fara á ræma tjóðveldisleið.

Um valið skal virðast í 2002 ? ikki í 1998 ? so má ein nýggj samgonga síggja dagsins ljós. Ein samgonga, har skynsamar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum verða gjørdar innan ríkisfelagsskapin. Og har ein breið samgonga lítir fram, og byggir land eftir kreppuna. Ikki við at tøma landskassan, við at gera risa yvirtøkur. Men fyrst og fremst við at hyggja at samfelagið og fólki okkara, og tryggja, at hesi fáa best møgulig viðurskiftir at liva undir.

Val hevur verið, og vit hava ikki brúk fyri lappaloysnum. Allarminst at lappa eina samgongu saman - ið hevur verið óarbeiðsfør av klandri í 4 ár.

Nú hava vit havt val. Og veljarin hevur víst á nýggjar samgongumøguleikar. Tað eigur løgmaður at virða. Og tað rokni eg við, at hann fer at gera.