Tann fyrsti apríl 1976 var ein stórur dagur í føroyskari søgu. Tí tað var henda dagin, at føroyingar yvirtóku Postverkið frá donskum myndugleikum.
Men samstundis varð unga Svanbjørg Manai lokkað í starv á Postverkinum, helst tí hon var málkøn eftir at hava búð í Fraklandi, Týsklandi og í Noregi.
Hon ætlaði sær ikki at vera leingi í Postverkinum og tí gekk rúm tíð áðrenn hon tók av tilboðnum um at taka við føstum starvi.
Men tað gjørdi hon, og síðani hevur borið illa til at tosa um Frímerkjadeildina hjá Posta, uttan at nevna Svanbjørg Manai eisini.
Í 1986 var ein rættulig søludeild sett á stovn á frímerkjadeildini og tá varð Svanbjørg Manai varð sett sum leiðari, har hon gjørdist andlitið hjá frímerkjadeildini úteftir.
Tá ið Knud Wacher legði frá sær í 2006, tók Svanbjørg við sum stjóri.
- Hesa tíðina vóru umfatandi umleggingar framdar, eitt nú varð almenni stovnurin, Postverk Føroya, umskipaður til partafelagið, Posta.
Og í ár kann Svanbjørg Manai sostatt hátíðarhalda sín 40 ára starvsdag, samstundis sum Posta hátíðarheldur sín 40 ára dag.
Í samband við starvsdagin, verður almenn móttøka á Posta, á Óðinshædd seinnapartin fríggjadagin.