Teir bøndir og ognarar, sum enn ikki hava gingið heystfjøllini, munnu nýta møguleikan nú skúlarnir eru í heystfrí.
Tað er ikki allastaðni tað er líka lætt at fáa fjallfólk, og tí munnu fleiri bíða eftir heystfrítíðini hjá skúlunum, tá nógv er at taka av millum skúlaungdómin, sum enn hevur áhuga fyri gomlu seyðamentanini.
Gamalt var at taka veðurlombini í einari fjallgongu, og síðani taka ær og gimburlomb í klipping. Nú royna flestu hagar at gera alt um eina leið, ikki minst tí at nógvastaðni er mangul á fjallmonnum.
Tí er heystfrítíðin hjá skúlunum ofta endabresturin á heystfjøllunum.
Hendan myndin er tikin av veðurlombum, sum hagaparturin Borðan hevur tikið í dag. Teir gera alt um eina leið, og eru tí lidnir við heystfjøllini, tá dagurin er komin at enda