Hicks og Gillett hava fingið 24 tímars freist

Ríkmennirnir í Dubai hava mist tolið við amerikonsku Liverpool-eigarnar Tom Hicks og George Gillett. Dubai Investment capital hava boðið 400 miljónir bretsk pund fyri ein munastóran part av Liverpool FC. Tað er longu eitt ár síðani Hicks og Gillett fingu tað fyrsta tilboðið frá DIC, og tí er tolið við at verða uppi hjá arabisku ríkmonnunum. Sameer al-Ansari frá DIC hevur sagt: ?At tað er eingin loyna, at vit hava havt samráðingar við Hicks og Gillett. Men tað er ikki lætt, tí teir báðir liva í ?Dreymalandi? tá tað kemur til virðisásetingar.? Men nú letur til, at annar av amerikonsku eigarunum er komin út úr ?Dreymalandi?. Men hvørt talan er um Tom Hicks ella George Gilett vil Sameer al-Ansari ikki siga nakað um. Hicks og Gillett eru sera illa umtóktir av øllum teimum mongu Liverpool-viðhaldsfólkunum, sum eru misnøgd við teirra viðferð av tí sakliga Liverpool-manageranum Rafael Benitez, og teirra vánaligu fíggjarligu umsiting av felagnum, har teir hava sett Liverpool í stóra skuld. Nú hava amerikumennirnir so fingið eitt samdøgur at taka við tilboðnum frá D.I.C.