?High School Musical? sum reality-sjónvarpsrøð

Stóra hittið ?High School Musical? fer nú at verða umskapað til eina reality-sjónvarpsrøð, har Nick Lachey fer at vera vertur. Sangarin Nick Lachey hevur sagt ja til at vera fremstur í ?High School Musical?-kappingini, sum byrjar á amerikansku sjónvarpsrøðini ABC í summar, har luttakararnir bæði skulu syngja, dansa og spæla sjónleik.

 

Fyrsta upptøkuroyndin verður í Long Beach í Kalifornia í dag, har ungar stjørnur millum 16 og 21 ár fáa møguleika fyri at royna seg.

20. juli verður fyrsti partur vístur í amerikanska sjónvarpinum og í september verður endaligi vinnarin kosin.

 

ABC vil enn ikki siga frá, hvør vinningurin í kappingini verður, men hesin fær sambært teimum møguleika fyri at ?vera við í ?High School Musical?-søguni?. Tey flestu rokna við, at hetta merkir, at vinnarin fær ein leiklut í næsta ?High School Musical?-filminum saman við Zac Efron, Ashley Tisdal, Vanessa Hudgens og hinum ungu stjørnunum.