Hildebrand Midjord heiðraður

Mikudagin 1. juni varð Hildebrand Midjord, sum tann 1. juli hevur koyrt býbuss í Havn í 25 ár, heiðraður av Tórshavnar Kommunu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði honum blómur og gávur frá býrðnum.

Heðin segði m.a. at teir vóru báðir komnir sum ungir til Havnar úr Suðuroy í 50-unum, Hildebrand úr Lopra í 1952, og hann av Tvøroyri í 1956, og báðir høvdu teir búð her síðan tá. Hann segði eisini, at í dag er tað ikki so vanligt, at fólk eru so leingi í sama starvi. Og at tað má vera eitt krevjandi arbeiði at vera bussførari í nógvu ferðsluni í býnum.