Hildibjørg Jacobsen 60 ár

Leygardagin komandi fyllir Hildibjørg Jacobsen úr Hvalba, búsitandi í
Søborg, 60 ár.

Hildibjørg, sum frá heilt ungum hevur búð í Danmark, hevur trúliga vitjað
aftur á nærum hvørjum ári, og nú hon fyllir runt, er tað fyri hana ein
sjálvfylgja at halda dagin heima í Krókinum í Hvalba, har hon er fødd og
uppvaksin.

Hon er dóttir Paulinu og Hjalgrím Mikkelsen. Foreldrini eru bæði farin,
men systkini Elinborg og Mikkjal hava altíð havt og hava enn stórt pláss
í hennara verð. Og ikki minni nú nýggju ættarliðini eru komin til, og
familjan sostatt er vaksin munandi.

Hildibjørg er gift Hjørleifi Jacobsen úr Vági. Tey eiga synirnar Kim og
Thomas.

Hon er útbúgvin sjúkrahjálpari og hevur arbeitt á røktarheimum inntil í
ár. Nú fer hon at taka sær av løttum - sikkurt mest við stokkum í hond.
Hjørleif hevur øll árini arbeitt innan danska postverkið - hann veit
nógvar fínar søgur frá teirri tíðini, tá hann luktaði seg fram til
føroysku jólapakkarnar.

Hjartaliga tillukku við degnum Hildibjørg,
ynskja nakrir vinir ið mangan hava sitið gott heima hjá tygon í Søborg.