Nýggj Gallup kanning vísir, at demokratisku veljararnir nú heldur vilja hava Hillary Clinton enn Barack Obama at kappast við John McCain Meiri og meiri bendir á, at tað ikki verður greitt, hvør skal verða demokratiskt valevni á forsetavalinum í USA týsdagin 4. november, fyrrenn á demokratiska floksfundinum, sum verður hósdagin 28. august.
Um vikuskiftið er nýggj veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt, kunngjørd. Hon vísir, at 49 prosent av demokratisku veljarunum nú vilja hava, at Hillary Clinton skal bjóða republikanska John McCain av á forsetavalinum. 42 prosent vilja heldur hava, at Obama skal verða demokratiskt forseravalevni.
Talan er um rættuliga markanta broyting síðani seinastu kanningina, sum varð kunngjørd fyri einum mánað síðani. Í februar vóru tað eins nógv, sum tóku undir við Hillary, sum tað vóru, ið tóku undir við Obama.
Hóast undanvindin millum veljararnar, so hevur Hillary framvegis undirtøku millum færri valmenn enn Obama. Obama hevur 1621 og Hillary 1479 valmenn aftanfyri seg.
Næsta styrkisroyndin millum tey bæði verður týsdagin 22. apríl, tá ið undanval verður í Pennsylvania, ið er grannastatur at New York, har Hillary Clinton er annar av senatorunum. Fyri vánirnar hjá Hillary verður tað mett at vera heilt avgerandi, at hon vinnur trivaligan sigur í Pennsylvania. Fyri at vinna krevjast í alt 2024 valmenn. Í Pennsylvania eru 157 valmenn upp á spæl hjá demokratiska flokkinum. Sambært CNN vísir síðsta veljarakanningin, at 50 prosent av demokratunum í Pennsylvania ætla at atkvøða fyri Hillary Clinton og 38 prosent fyri Barack Obama.