Hillary í klønum tráði

Luttøkan sigst vera metstór á uppstillingarvalunum, sum í kvøld eru í North Carolina og Indiana Í kvøld eru uppstillingarval í sambandi við amerikanska forsetavalið í Indiana og North Carolina. Talan er um rættuliga avgerandi val, og tað sæst aftur í áhuganum.

Sambært CNN verður í North Carolina roknað við luttøku omanfyri 50 prosent, sum er væl hægri enn luttøkan plagar at vera. Vanliga plagar luttøkan at vera 15-30 prosent.

Talan er um óvanliga støðu. Republikanski flokkurin hevur langt síðani funnið fram til, hvør skal vera teirra valevni á forsetavalinum í november.

At tað framvegis er kapping í demokratiska flokkinum er óvanligt, tá ið tað er komið so mikið langt út á valárið.

Men nú stendur nógv á hjá Hillary Clinton, sum kappast við Barack Obama. Eygleiðarar halda, at um Hillary Clinton ikki vinnur í báðum statunum, har tað í kvøld eru uppstillingarval, so fer hon at leggja kongin.

Veljarakanningar hava víst, at Hillary er fýra prosent frammanfyri í Indiana, og at Barack Obama er 8-10 prosent frammanfyri í North Carolina.

404 valmenn eru eftir hjá veljarunum at kjósa. Av teimum standa 187 upp á spæl á teimum báðum uppstillingarvalunum í kvøld.