Jón Ellendersen
???????????????
Nógv hevur verið sagt í málinum um útskonking ella ikki í Runavík, og sjálvandi havi eg mína egnu hugsan um tað. Higartil haldi eg, at skrivingin hevur verið sámilig, hóast kenslurnar oftast hava verið sterkari enn vitið. Men nú ber av! Hilmar Simonsen hevur við grein síni, "Skapið pláss og ikki avmarkingar í Runavík" sligið allar rekordir í vánaligari skriving. At hann starvast á Dimmu ger ikki sakina betri, tí har átti hann at hava lært eitt sindur av journalistikki ella toluliga skilagóðari skriving.
Hann byrjar við at siga, at hevði hann sagt brasilum, portugisum og dønum hvussu støðan var í Runavík, høvdu teir púrt einki skilt, tí í teimum londunum er útskonking á hvørjum horni. Sum um tað var nakað at reypa av. Men teir hava eisini, saman við fransmonnum, rekord í skrumpilivur.
Hvørt brasilar, portugisar ella danir skilja ella ikki skilja føroyskan rúsdrekkapolitikk, hevur einki við málið at gera. Tað er eingin mátistokkur sum eitur soleiðis. Brasilar, portugisar og danir gera so nógv, sum vit ikki skilja petti av, men tað er ikki tað sama sum, at so skulu teir broyta hugburð.
Men beinleiðis at siga, at fólk sum eru ímóti útskonking av rúsdrekka á einum dansistaði eru orsøkin til, at tey ungu fara at sniffa lím, drekka barberspritt ella gera annað ótespiligt, tað er einki annað enn tápuligt. Neyvan er nakað land í heiminum, har so fá ung sniffa lím, sum í Føroyum. Og nevniliga Brasil hevur ein ovurstóran trupulleika av børnum og ungum, sum sniffa lím og tendraragass, hetta hóast tey hava útskonking á hvørjum gøtuhorni. Nei Hilmar, hatta er rætt og slætt tápuligt.
Og forrestin, so hava viðurskiftini, skipað ella óskipað, einki við, hvussu fólk uppføra seg tá tey hava drukki. Hyggja vit at kriminaliteti og rúseiturmisnýtslu yvirhøvur, so eru lond sum Danmark, Ongland, Niðurlond, Brasil og USA fleiri kilometrar frammanfyri Føroyar. So heldur ikki her heldur pástandurin hjá Hilmar. Hann veit nærum ikki hvat hann skal finna uppá til tess at undirbyggja síni argument.
Og so hatta við, at tey ungu skulu seta sín egna moralkodeks (siðalæru) er eins tápuligt og alt hitt. Skulu vit kanska loyva ungum at keypa skotvápn, so tey sjálvi kunnu finna sær ein moralkodeks?
Lat meg taka eitt dømi um hvussu moralkodeksurin hjá ungum verður skipaður: Tá eg var ungur, hevði eg nakrar heilt serligar fyrimyndir, Jim Morrison var ein teirra, og við tað, at hann konstant var fullur, so helt eg, at tað var vegurin til tindarnar at ganga fullur í tíð og ótíð. Onnur høvdu aðrar fyrimyndir, sum ikki drukku, og tað ávirkaði lívið hjá teimum mótsættan veg.
Hilmar endar sítt innlegg við hesum orðum: Um alt kortini er ómøguligt, so eigur kommunan eisini at steðga allari sølu av lími, tí at sniffa sterkt lím er nógv vandamiklari enn rúsdrekka. Og forrestin hvat við øllum teimum feitu høsnarungunum sum grillbarrin selur...?
Hvat hugsar maðurin fyri sær? Men kanska best er at spyrja Hilmar: Hví sniffaðu tey ungu ikki í hópatali tá rúsdrekkalógin var enn meiri avmarkað, enn hon er í dag? Og hvat í víðu verð hava feitir høsnarungar við útskonking av rúsdrekka at gera?
Men so er einki annað at gera hjá Hilmari enn at bíleggja sær pláss á Heilbrigdi, um so er, at tey viðgera sniffarar, tí sambært logikkinum hjá honum, fara bæði hann og meginparturin av ungdóminum á Skálafjørðinum at sniffa lím og drekka barberspritt, fær Kenneth Rasmussen ikki skeinkiloyvi.
Og so er lag á manni hjá málingahandlum og øðrum, sum selja lím, tí vantandi verður 2004 ella 2005 eitt metár. øll tey ungu fara, sambært Hilmari, at keypa lím so tað singur eftir í.
Eg ætlaði at lata skrivingina hjá Hilmari fara afturvið borðinum, men tá eg so fór at hugsa um, at eg hóast alt havi arbeitt við rúseitur- og rúsdrekkamisnýtarum í 80unum, og kenni ikki so lítið til, hví ung fara at sniffa og taka onnur rúsevni, kundi eg ikki bæra mær. Men, tað telur eisini við, at eg ikki havi lisið sovorðið tvætl síðani eg á ungum døgum læs danska blaðið "MAD" - men tað var hóast alt eitt endamál við tvætlinum í MAD.