- Hini ikki betri enn vit

- Hvørki Georgia ella Lettland eru betri enn vit, men kanska á sama stigi, sigur Flemming Oliver Jensen, venjari hjá U19-kvinnulandsliðnum í hondbólti

- Hvørki Georgia ella Lettland eru betri enn vit, men kanska á sama stigi, sigur Flemming Oliver Jensen, venjari hjá U19-kvinnulandsliðnum, sum í dag spælir hálvfinalu í kappingini Women's Trophy, sum hesa vikuna er í Tblisi í Georgia.

U19-kvinnurnar vunnu allar sínar dystir í bólkaspælinum - 26-17 á Estlandi, 45-7 á Armenia og 21-14 á Belgia - og vunnu tí bólkin so mikið sannførandi, at tær í dag klokkan 16, føroyska tíð, í hálvfinaluni møta næstbesta liðnum úr hinum bólkinum, sum altso er Lettland.

Í hini hálvfinaluni, sum er tveir tímar áðrenn, klokkan 14, møtast vertslandið, Georgia, sum vann hin bólkin, og Belgia, sum endaði næstfremst í okkara bólki. Tað ber til at síggja allar dystirnar beinleiðis á heimasíðuni www.womenstrophy.ge.

Trýst á pílin fyri at hoyra samrøðu við U19-landsliðsvenjaran, Flemming Oliver Jensen, sum vit spurdu, um hann hevur verið nøgdur við spælið í teimum trimum fyrstu dystunum.