Hirðar í Viðareiðis skúla

Á Viðareiði hava tey sett sær fyri, at happing skal burtur úr skúlanum. Til at røkka hesum máli, hava tey skipað ein bólk, ið verður nevndur, ?Hirðin?. Tað eru næmingar úr 5., 6. og 7. flokki, sum hava fingið litið ta stóru ábyrgd upp í hendur, at vera hirðar hjá sínum skúlafeløgum. Aftrat næmingunum, er eitt umboð fyri lærarnar og eitt fyri foreldrini og skúlaheilsusystirin í hirðabólkinum

Í heyst gjørdu tey á skúlanum á Viðareiði eina trídeilda endamálsorðing, har trivnaður er raðfestur ovast. Síðani koma læring og umhvørvi.
-         Skulu børnini læra, mugu tey fyrst og fremst trívast, sigur Anita
Køtlum Petersen, skúlaleiðari.
          Við hesum í huga varð farið undir eina virkisætlan móti happing, við loysunarorðinum, ?Eg síggi teg, eg hoyri teg ? og góðtaki teg!?
 
?Hirðin?
 
Síðani varð gjørd ein ætlan fyri ein bólk, ið skuldi hjálpa til at fáa happingina burtur úr skúlanum. Bólkurin fekk navnið, ?Hirðin?.
          - Hirðin virkar fyrst og fremst eftir meginreglum skúlans, sum eru trivnaður, læring og umhvørvi og eftir virkisætlanini móti happing: Happing ÚR Viðareiðis Skúla.
Við hesum grundarlagi verður farið undir at stovna ein bólk, sum hevur sum aðalmál at stríðast ímóti happing og antisosialum atburði. Við antisosialum atburði verður sipað til atburð, sum á allan hátt brýtur niður samfelagið, sum er millum næmingar, lærarar, skúla og heim, stendur millum annað í ætlanini fyri ?Hirðan?, sum varð góðkend á stýrisfundi 14. mai.
 
Ung við ábyrgd
 
- ?Hirðin? er settur av 4 næmingum; 1 úr sjeynda flokki, 2 úr sætta flokki og 1 úr fimta flokki. Orsøkin til hetta er, at sjeyndi flokkur er elsti flokkur á skúlanum, og er tann flokkur, sum fer fyrst. Tí er best, at sætti flokkur er best umboðaður, og kanska eisini hevur næmingaformannin.
Tá næmingarnir úr sætta flokki fara í sjeynda, fáa tey eina størri vegleiðandi ábyrgd í ?hirðanum?, tí tey hava nakrar royndir frá árinum fyri, og hava tá eitt innlit í viðurskifti, sum hirðin hevur verið fyri.
At hava eitt umboð úr fimta flokki kann tykjast ov brátt, men verður hugsað um møguleikarnar, sum standast av at geva einum næmingi ábyrgd tíðliga í hansara skúlalívi, kann tað vera við at menna barnið sum næming og fólk, siga tey á skúlanum.
          Umframt næmingarnar eru eisini trý vaksin í hirðabólkinum, ein lærari eitt foreldur og skúlaheilsusystirin.
 
 
 
Geri tað við gleði
 
Maria er ein av næmingunum, sum er vald í hirðabólkin.
-         Eg geri tað við gleði, tí eg veit hvat tað er at verða happað, sigur
hon.
          Hirðin? er demokratiskt samansettur. Næmingarnir stillaðu valevni til bólkin, sum síðani varð valdur. Á sama hátt stillaðu lærararnir sítt umboð, og foreldrabólkurin stillaði eitt foreldur.
          At stilla upp til ?Hirðan? er eitt álvarsmál ? bæði fyri vaksin og børn. Tað skal ikki verða tikið lætt. Við arbeiðinum fylgir ábyrgd ? og álit.
          Tað er ikki bara sum at siga tað, at verða valdur til hirða. Fyri tað fyrsta hevur hirðin tagnarskyldu, og umframt tað, skal hann ella hon hava ávísar eginleikar.
          Í gerandisdegnum eru hirðarnir tó fyrst og fremst vanligir næmingar. Tey hava fingið eina uppgávu, ið kann samanlíknast við til dømis tað at vera umboð í næmingaráðnum.
         
Eygu, oyru og hjartalag
 
Tey, sum eru vald til hirðar, eru børn við hjartalagi og serligum eginleikum at eygleiða. Flestu teirra kenna á egnum kroppi, hvat tað vil siga at verða happaði.
Trý av teimum eru komin inn í lærarstovuna at greiða frá hirðatænastuni.
          - Vit skulu duga at síggja og hoyra - og vit skulu vera viljug at nýta ta tíð, sum tað krevur at vera hirði, sigur Marjun, sum er hirðovasti.
          Tey halda ikki at ábyrgdin er ov stór, tí tey hava vaksin fólk aftrat sær, sum tey altíð kunnu koma til.
- Enn hevur hirðabólkurin bara virkað í fáar dagar, men vit síggja longu, hvørja positiva ávirkan eitt slíkt arbeiði hevur fyri skúlan, sigur Anita.
          Hirðabólkar eru kendir aðrastaðir, m.a í Svøríki hava tey góðar royndir við slíkum bólkum.
 
Eitt stað fyri øll
 
Umframt at fáa happingina burtur, fer hirðabólkurin eisini at virka fyri, at Viðareiðis skúli verður eitt betri stað fyri øll ? og at viðurkenna at øll eru ymisk og hava rættin til at vera tað.
          Vilt tú vita meir um ?Hirðan?, far so á heimasíðu skúlans, www.skulin.fo/vid.