Hitler í Aids herferð

Hitler er nú vaktur til lívs aftur í einari Aids herferð. Hitler er nýggja andlitið hjá deyðssjúkuni AIDS.. Ein gomul skemtisøga sigur, at høvdu foreldrini hjá Hitler nýtt hít, so høvdu vit sannlíkt sloppið undan øðrum veraldarbardaga. Ein skemtisøga, sum fólkini handan eina týska aidsherferð nú byggja víðari á.

 

Klæðini verða skrædd av, og hitin millum hesi fólkini sæst týðiliga aftur á kámu myndunum, har ein kvinna og ein maður hava sex í fleiri ymiskum stillningum. Men tað er ikki ein tilvildarligur maður, sum hevði sex við tí vøkru kvinnuni. Seinast í videobrotinum hyggur maðurin inn í upptøkutólið, og tað vísir seg, at hann er Adolf Hitler.

 

-Herferðin er gjørd, fyri at fáa fólk at vakna, og fyri at fáa kjakið um aids aftur á skránna, og so fyri at fáa fólk at gevast við at hava ábyrgdarleyst sex, sigur Dirk Sliz, ið er kreativi leiðarin í lýsingarfyritøkuni Das Comitee, ið hevur framleitt herferðina ?aids er ein hópdrápsmaður? fyri felagsskapin Regenbogen, ið skal nýta hana til World Aids Day í desember.

 

Umframt filmin, ið skal sýnast í týska sjónvarpinum frá komandi viku, umfatar herferðini eisini plakatir av Josef Stalin og Saddam Hussein, ið hava sex við naknum kvinnum.

 

 

 

Ikki eitt vakurt andlit

 

-Vit spurdu okkum sjálvi, hvat andlit vit skuldu geva sjúkuni, og tað skuldi í øllum førum ikki verða eitt vakurt andlit, sigur Dirk Silz við tíðindastovuna AFP.

Men herferðin møtir hørðum kritikki frá millum øðrum tí bretsku anti-aids-felagsskapinum Terrence Higgins Trust.

 

-Ein út av fýra persónum við hiv í Stóra Bretlandi vita ikki, at tey eru smittaði, so alt, ið kann fáa tey at lata verða við at kanna seg, er ikki serstakliga hjálpsamt, sigur umboðskvinnan hjá felagsskapinum, Vicky Sheard við BBC.

Hon heldur, at herferðin fer at fáa fólk at seta Hitler í samband við hiv-smittaði, og ikki við sjúkuna.

 

Videobrotið kann síggjast her : www.youtube.com/watch