Hittini á Voxbotn

Tveir føroyskir trubadurar skulu fáa fjøldina at syngja føroysku slagararnar á Voxbotn.

Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen eru nýggjastu nøvnini, ið eru avdúkaði at spæla á Voxbotn í summar.

Fyriskipararnir lova, at teir fara at spæla og syngja allar sínar hittparadur.

- Hvør í sínum lagi og saman, hava teir støðugt skapt nøkur av størstu hittunum seinastu 30 árini. Eyðun og Terji eru garantar fyri einari góðari veitslu framman fyri pallin. Óansæð um tað snýr seg um Eros, jalousi, um at fara aftur í 80’ini ella at flýggja til tónleikin.

 

Tað tykist vera eitt krav á øllum festivalum, at onkur er, sum kann fáa fjøldina at syngja við í føroysku slagarunum, og nú tykist Voxbotn hava funnið sínar trubadurar.