Tað var kærleiki beinanvegin, tá tey hittu hvønn annan á fyrsta sinni undir seinna heimsbardaga. 65 ár seinni hittu tey hvønn annan aftur.
- Eg helt longu tá, at hann var flottur og fittur. Vit fóru frá hvørjum øðrum, men vit hava ongantíð gloymt hvørannan. Eg havi goymt eina mynd av honum øll árini, sigur Gerda Almestad við vgnett.
Hon var 15 tá hon hitti Erik Nysæther á fyrsta sinni. Men 20 ára gamli Erik var ov gamal, helt pápin. Og tvey ár seinni gjørdist tað liðugt millum tey bæði, skrivar blaðið.
Taað skuldu ganga 65 ár, áðrenn tey bæði sóu hvønn annan aftur, hóast bæði høvdu búð í Bergen alla tíðina. Bæði høvdu gift seg annan veg og fingið børn, og bæði høvdu mist hjúnarfelagan.
Eftir at verða vorðin einkja hevði Gerda gjørt av at liva restina av lívinum einsamøll. Hon hevði nóg mikið at takast við, og í 2010 kom hon í lokalblaðið, Vit yvir 60, og har sá Erik hana aftur.
- Eftir nógv aftur og fram fann eg fram til har, hon búði. Eg ringdi til hana og segði hvør eg var og spurdi, um hon mintist meg. Tað var leingi tøgn á tráðnum, sigur Erik Nysæter við Vikinkposten.
- Vit hittust aftur, og vit vóru bæði ógvuliga spent. Hann var øgiliga álvarsamur og tað var eg eisini, men tað gingu bara sekund, so var tað júst sum í ungum døgum, sigur Gerda.
- Tá vit hittust var tað sum árini blivu burtur. Eg varð púra í ørviti. Hetta var heilt ófatiligt, sigur Gerda.
Nú hava tey bæði verið ein túr í Spania og trívast sum ongantíð áður.