Hjálmar og fartelefonir

Oddagrein

Nógv verður gjørt fyri at forða fyri og minka um teir meiningsleysu skaðarnar í ferðsluni. Eitt nú ger Ráðið fyri Ferðslutrygd eitt stórt arbeiði fyri at fáa uppvaksandi ættarliðið at læra seg góðar ferðsluvanar. Í hesum førinum hugsa vit um tey smærri børnini, sum frá 1. skúladegi serliga av álvara koma beinleiðis í samband við ferðsluna. Hetta er so eitt av málunum, sum Ráðið hevur sett sær fyri at gera nakað ítøkiligt við. Og ítøkiligt er tað, tí á hvørjum ári verða øll børn í 1. flokki boðin til hugnaliga samkomu, har tey fáa ókeypis hjálm. Hesaferð fingu ikki færri enn 280 børn í Havn hjálm. Henda hjálmamentanin er eitt frálíkt og týdningarmikið tiltak, sum gevur børnunum eina positiva fatan og uppliving.

Høvdu vit kunnað sagt tað sama um vaksna ættarliðið hevði skilið í ferðsluni helst verið nógv frægari enn tað er. Tíverri eru vit ikki eins áhugað og árvakin sum børnini, tá tað ræður um skilagóða ferðslumentan. Og her man nærum ótálmaða nýtslan av fartelefonum helst vera ein hin størsti syndarin. Eins og børnini taka til sín boðskapin um at brúka hjálm fyri at verja seg, áttu tey tilkomnu at tikið boðskapin um ikki at tosa í fartelefon, meðan tey koyra, í størri álvara. Kanningar kring allan heimin vísa, at nýtsla av fartelefon í bili, er ein av orsøkunum til vaksandi talið av vanlukkum.

Tørvur er tí á tiltøkum og átøkum, sum kunnu fáa bilførarar at betra um henda partin av ferðslumentanini. Ávaringin móti at brúka fartelefon í bili átti at verið ein náttúrligur partur av ferðslufrálæruni. Eisini átti at verið umhugsað strangari tiltøk móti teimum bilførarum, sum púra ótálmað brúka fartelefon, meðan koyrt verður.

Sosialurin