Í hesum døgum fáa øll børn, sum ganga í 1. flokki í Føroyum, hvør sín súkkluhjálm frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd og Kiwanis Summartíð er súkklutíð - og at súkkla er bæði sunt og stuttligt, men ikki vandaleyst - og tað er serliga høvdið, tað gongur útyvir. Tí er best at vera í hjálmi, tá ið tú ert á súkklu, á rullufjøl ella á rulluskoytum, skrivar Ferðslutrygd í tíðindaskrivi.
- Koma vit fyri óhappi á súkklu, er tað sera ofta høvdið, sum tekur og skaði á høvdið kann elva til ólekjandi heilaskaða! Hjálmurinn minkar nógv um álvarsligu - upp í 80 prosent, vísir Ferðslutrygd á, sum heitir á fólk um at nýta hjálm.
Tí eru teir fyri áttanda árið á rað farnir undir átakið ?Hjálmur er cool?. Tilsamans hava fleiri enn 5000 børn fingið hjálm frá teimum.