Hjálp til sjálvhjálp

Tað fer at kosta 35 míó kr. meira fyri landskassan at gjalda fyri fólkapensjónirnar, nú broytingar verða settar í verk. Serliga ringast staddu pensjónistarnir fara at merkja ein munandi bata. Skipanin gevur eisini ein møguleika fyri hjálp til sjálvhjálp

Pensjónir
Tey, sum eru fylt 67 ella fara at fylla 67 í næstum, kunnu so smátt byrja at gleða seg, tí landsstýrið ætlar at geva teimum meiri pengar millum fingrarnar. Landsstýrið, einamest Almanna- og heilsumálastýrið, hevur í longri tíð arbeitt við einari nýggjari skipan, sum skal gera tað betri at vera pensjónistur í Føroyum, samstundis sum skipanin skal gerast meira hóskandi til framtíðina.
Broytingarnar ella ábøturnar, sum tær eisini verða kallaðar, fara at kosta landskassanum umleið 35 milliónir krónur, men hetta er samstundis hjálp til sjálvhjálp.

Ábøtur
Í Føroyum í dag eru tað 5.372 fólkapensjónistar. Nógv tann størsti parturin av hesum vinnur sær mestsum ongar pengar útyvir fólkapensjónina. 60% vinna undir tíggju túsund krónur um árið, og 80% vinna undir hálvtrýs túsund krónur um árið, um vit taka fólkapensjónina frá.
Afturat sjálvari pensjónini kemur eisini ein viðbót, sum er og eisini í framtíðini fer at vera ymisk, alt eftir hvussu nógv tann einstaki vinnur.
Munur er eisini gjørdur á, um tann einstaki pensjónisturin er giftur ella er stakur. Tey staku fáa meira í grundupphæddini og meira í viðbótini. Hetta verður eisini óbroytt eftir tí nýggja uppskotinum.
Størstu broytingarnar eru at finna viðvíkjandi, at grundupphæddin til pensjónistarnar verður skattafrí, bæði støk og gift. Harumframt verður pensjónsfrádrátturin tikin av. Viðbótin hjá øllum fer at veksa, soleiðis ein stakur kann fáa 28.244 krónur í viðbót, og ein giftur fær 21.840.
Sum heild eru tað allir pensjónistar, ið fáa ágóðan av hesum. Størsti munin, bæði lutfalsliga fara tey, ið vinna um 50.000 umframt pensjónina, at merkja. Fyri ein, ið ongan inntøka hevur umframt fólkapensjónina fer nýggja uppskotið at bera við sær, at 81.880 krónur ella 3.604 krónur fleiri enn áðrenn koma í kassan hjá tí einstaka.

Dynamikkur
Á tíðindafundi týsmorgunin kundu teir tríggir, Anfinn Kallsber, Sámal Petur í Grund og Karsten Hanser, ernir leggja hetta nýggja uppskotið fram fyri umboðum fyri fjølmiðlarnar. Allir vóru teir á einum máli um, at hetta var eitt rættiliga gott uppskot. Fleiri onnur kend nøvn í føroyskum politikki høvdu eisini lovað sær við á fundin, og ein teirra, Óli Breckman, hevði á orðið, at talan her var um góðan borgarligan búskaparpolitikk.
Hóast útreiðslurnar verða fleiri til landskassan, so merkja hetta ikki bert, at landskassan missir upp á hetta. Teir 35 mió. eru við mistari skattainntøku.
Teir tríggir landsstýrismenninir dugdu allir at síggja, at hetta nýggja skipanin var rættiliga dynamisk, og landskassan eisini vildi vinna upp á hesa skipanina, men ætlanin var ikki at mjólka pensjónistarnar, sum tikið var til.
Løgmaður, Anfinn Kallsberg, helt fyri, at hetta vil eggja til hjálp til sjálvhjálp, soleiðis at fleiri fara at arbeiða longri og hugurin at arbeiða vil eisini veksa.
Karsten helt ikki tað vera nakað undarligt við tí, at uppskotið sá dagsins ljós júst, tá ið tað hevði ligið á borðinum hjá landsstýrinum í longri tíð. Og hetta hevur als einki við valið at gera, legði hann serliga stóran dent á.
Skipanin kemur at virka frá 1. januar 2002, t.e. fyri 9 døgum síðani.
Bæði Anfinn Kallsberg og Sámal Petur í Grund undirstrikaðu, at tað var alneyðugt at flyta fleiri pensjónistar úr niðaru bólkunum fyri tey, sum mestsum einki vinna uttan fólkapensjónina, um ráð skuldi verið fyri einari tílíkari skipan í framtíðini, tá ið munandi fleiri pensjónistar fara at vera í Føroyum.