Hjálpa tær, at velja tína framtíð

Ung lesandi, ið velja galnan lestur, eru ein umfatandi samfelagstrupulleiki, kunning um lestrarmøguleikar, kann hjálpa ungum at velja rætt fyrstu ferð.

Mánakvøldið kl. 19.30 verður skipað fyri kunningarkvøldi um lestrarmøguleikar burturi og heima í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tiltakið er partur av stórum kunningarátaki, ið eisini vitjar á teimum trimum stóru miðnámsskúlunum. Tiltakið Markleys Útbúgving er afturvendandi tiltak, men í ár er tað skipað eitt sindur ørðvísi enn undanfarin ár.
Hetta er fyrsta tiltak í røðini av fýra, hini verða hildin í november, januar og mars. Tiltøkini venda sær til tey, ið ætlað sær undir hægri lestur. Ætlanin er at lýsa teir møguleikar, ið eru og við hesum geva teimum ungu betri fyritreytir at velja røttu útbúgvingina.
 
Annar hvør velur skeivt
Tøl, ið tíðindasendingini á Danmarks Radio P3 hevur fingið hendur á, vísa at upp ímóti helminginum av teimum sum fara undir lestur á donsku universitetunum gera ikki útbúgvingina lidna, harav fara 80 % undir aðra útbúgving. Hetta er kostnaðarmikið fyri samfelagið, men eisini fyri tey ungu, ið sostatt leingja um lestrartíðina. Tað hevur eisini neilig samfelagslig árin, at arbeiðsfør ung folk, óneyðugt leingja um tíðina tey ikki eru tøk á arbeiðsmarknaðinum. Tað finnast ikki hagtøl fyri hvussu nógvir føroyingar skifta ella gevast undir útbúgvingini. Men tað er eingin orsøk at halda, at føroyingar eru nakað undantak hesum viðvíkjandi. Tí er kunning sera týdningarmikil, soleiðis at tey ungu vita, hvat tey velja.
 
Føroyar, Danmark og USA
Á hesum fyrsta tiltakinum fara umboð fyri MFS, Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum, Danmark-Amerika Fondet/Fulbright Kommissionen og Jakob Lange, lestrarleiðari á Københavns Universitet og leiðari á KOT (Koordinerede Tilmelding) at greiða frá um lestrarmøguleikar í Føroyum og aðrastaðni. Eisini fer Bjarti Meitel, ið hevur lisið tónleik í USA, at svara spurningum um sínar royndir.
 
Skráin fyri tiltakið er hendan:
19.30- 19.50: Danmark - Jakob Lange
19.55- 20.15: USA - Danmark-Amerika Fondet
20.15- 20.35: Meginfelag Føroyskra Studenta
20.35- 20.50: Fróðskaparsetrið  Søgu- og samfelagsdeildin
20.50- 21.10: Høvi at spyrja um tær einstøku framløgurnar hvør sær
 
Tað eru Mentamálaráðið, Lestrarvegleiðarafelagið og Altjóða Skrivstovan, sum skipa fyri Markleys Útbúgving 2005/2006. Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni er samskipari.