Hjálpartiltakið ?Sahbai? í Klaksvík

Hjálpartiltakið verður í bakarínum hjá Jórun komandi dagarnar Í vikuskiftinum verður Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík karmur um tað stóra hjálpartiltakið ?Sahbai?. Skipað verður fyri asiatiskum marknaði, og fer allur vinnningurin óskerdur til at hjálpa gentum og kvinnum í fjareystri at koma burtur úr skøkjulevnaði.

Sex-ídnaðurin í fjareystri, sum eisini verður nevndur nútímans trælahandilin, er ein alsamt vaksandi og ræðandi trupuleiki. Hvønn dag verða ungar gentur og kvinnur seldar sum sex-trælir. Tær liva undir ómenniskjaligum korum og fáa lítla og onga løn ? tí tær arbeiða sum trælir. Í dag eru fleiri hjálparfelagsskapir, ið arbeiða millum hesar gentur og konur, og hjálpa teimum burtur úr skøkjulevnaðinum til eitt nógv betri og mennandi lív.

Á tí asiatiska marknaðinum eru turrikløð, taskur, buksur, silki inniskógvar, kryddurtir og mangt annað. Alt er framleitt í Kambodja og í Thailandi, millum vørurnar, eru eisini nakrar vørur, ið eru framleiddar av fyrrverandi skøkjum ? gentum og kvinnum, ið eru komnar burtur úr skøkjulevnaðinum, og sum nú fáa likamliga og sálarliga hjálp á heimum har tær nú búgva.

Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum er fríggjadagin og leygardagin frá klokkan 7 til klokkan 22, og sunnudagin frá klokkan 12 til 15.