- Hjálpið okkum at finna eitt dreingjanavn

Hvat dreingjanavn ljóðar púra eins á donskum og føroyskum?

29 ára gamla Theresa Joensen úr Vági og danski unnusti hennara Emil Funck Rønnebech fingu í mai mánaði ein lítlan drong. 

 

Mangt foreldur hevur ivaleyst upplivað, at tað er ein avbjóðing í mánaðunum áðrenn og aftaná man blívur foreldur, at finna júst tað rætta navnið til lítla barnið. Summi velja at uppkalla, meðan onnur velja nøvn eftir øðrum fyritreytum. 

 

Fyri Theresu Joensen og Emil Funck Rønnebech hevur tað týdning, at navnið á lítla barninum skal úttalast eins á føroyskum og á donskum. Tí barnið skal eita tað sama, óansæð um tað er mamma ella babba, sum siga navnið. Tí hava tey bæði leitað sær hjálp á Facebook. 

 

Við hesum fyritreytum spyrja tey Facebook vinum eftir hjálp: Tey leita eftir: 

 

1. einum dreingjanavni
2. sum úttalast eins á føroyskum og donskum
3. sum ikki er i top 50 av populerastu nøvnum i Danmark og Føroyum
4. sum hevur millum 3-6 bókstavir
5. og passar til navnid Arek, men tad behøvist IKKI at starta vid A (Arek er eldri beiggin hjá lítla nýføðinginum, red.)

 

Hevur tú eitt hugskot? So kanst tú fara á Facebook síðuna hjá Theresu her og senda henni eitt boð.