Hjálpið pensjónistum

Ikki kann sigast annað enn at tey eldru sum hava bygt hetta landið upp, eru við sviðusoð. Tí ein og hvør veit at tann upphædd sum fólkapensjónistarnir fáa, er so lág, at tey eiga ikki mat í munnin, enn minni fyri viðlíkahald av teirra egna heimi.

Tí er mín áheitan á teir politisku myndugleikarnir, takið tykkum saman og hjálpið teimum gomlu.

Og gevi teimum sum hava hug at búgva í sambýlum, ein møguleika. Byggið fleiri eldrasambýlir, har pensjónistarnir kunnu búleikast fyri eina sømuliga upphædd, sum samstundis gevur teimum meira hugna, við tað at høli verða bygd uppá sambýlini til ymiskan samankomst.

Og somuleiðis er møguleiki hjá teimum at selja síni hús, um tey vilja tað. Og harvið fáa tey fleiri tøkan pening, og samstundis verða fleiri pengar í landinum, ístaðin fyri at millióna ella milliard upphæddir, verða innfluttar gjøgnum tey komandi árini, av byggitilfari v.m. úr útlandinum.

Og latið teir pensjónistar, sum hava hug at fara til arbeiðis, lati tey fáa inntøkuna skattafría.


Atli S. Justinussen