London: Fólk sum hava ferðast við Atlantic Airways um Stansted-floghavnina í London kennast ivaleyst við Svein í Heiðunum, ið arbeiðir sum sølu- og marknaðarumboð hjá Atlantic Airways har.
Ein av uppgávunum hjá honum er at vera í floghavnini, tá flogfør hjá Atlantsflog koma og fara, har hann vegleiðir og hjálpir ferðafólki.
Hetta kemur kanska serliga væl við hjá ferðafólkunum, tá t.d. floglíkindini eru vánalig, og flogfør ikki fáa lent í Vágum. Tá er hann um ferðafólkini, sigur nær tey fáa nærri boð, og kunnar um floglíkindini í Føroyum. Eisini kunnar hann ferðafólkini á føroyskum um hátalaraskipanina í floghavnini.
Hansara høvuðsuppgáva er annars at marknaðarføra Atlantic Airways í Onglandi. Hetta verður m.a. gjørt við at hjálpa og upplýsa enskum sølufólki og við at hava samband við pressuna umframt at lýsa í London Tube v.m.
Svein er 32 ára gamal, úr Saltangará og útbúgvin receptionist.
Hann er giftur Jenny, f. Samuelsen, í Havn, og tey eiga eina dóttir, Súsanna í Heiðunum. Svein lærdi á hotelli í Keypmannahavn og gekk á hotellskúla. Eftir at hava arbeitt hjá Atlantic Airways í Kastrup, flutti hann til London í samband við nýggju flogrutuna, og byrjaði hann har hálvan mars 2005.
Góð ráð til ferðafólk
Svein hevur onkur góð ráð at geva teimum, sum ferðast í Onglandi. Til dømis er tað eingin trupulleiki at taka pening út við Visa-korti í peningaautomatunum, men tað kann knípa við at gjalda við hesum kortum í handlum og matstovum. Hetta kemst av at okkara kort ganga út í 2012, meðan tey í Onglandi bert galda í 3 ár. Hetta kann geva trupulleikar. Tí vil hann ráða fólki til at spyrja seg fyri, áðrenn tey keypa ella at hava tøkan pening. Eisini mugu fólk ofta brynja seg við toli, tá tey ferðast í Onglandi, tí tingini ganga ikki so skjótt fyri seg sum í Føroyum og Danmark, man kann koma út fyri at standa leingi í bíðirøð.
At enda sigur Svein, at hann vanliga tekur ímóti ferðafólkunum í floghavnini, tá flogarið er lent, men um hann av onkrari orsøk ikki er har, eru øll vælkomin at kontakta seg á tel. +44 2078234242, um okkurt er at spyrja um.