Seinastu nógvu árini er orðið spinndoktari nýtt øgiliga nógv. Tony Blair hevði nokk ongantíð komið til valdið, um hann ikki hevði sín. Í Danmark ganga teir upp á skift millum ymiskar politikarar og í Føroyum eru eisini nøkur, sum virka sum spinndoktarar, men maðurin beint aftanfyri Kaj Leo Johannesen, sær ikki seg sjálvan sum nakran spinndoktara.
– Eg eri ikki spinndoktari hjá Kaj Leo. Eg eri kunningarráðgevi hjá løgmanni. Heitið verður vanliga nýtt um persónligar ráðgevar hjá politikarum, sum eru partapolitisk settir og sum koma og fara við tí einstaka ministaranum. Orsøkin til, at eg ikki er spinndoktari, er tí eg fylgi við løgmansembætinum og ikki við persóninum. Eg skal sum øll onnur embætisfólk í landsfyrisitingini vera partapolitisk óheftur í mínum starvi. Hetta merkir millum annað, at tá Kaj Leo Johannesen er floksformaður og ikki løgmaður, tá havi eg onki við hann at gera. Eg skal formidla politikk, ikki skapa hann, staðfestir Páll Nolsøe, sum eisini var ráðgevi hjá Jóannes Eidesgaard í eina tíð, áðrenn eitt ávíst lás á eini ávísari hurð kom upp í leikin.
Avmarkað stýring
Páll Nolsøe staðfestir eisini, at tað ikki er hansara uppgáva at beinleiðis stýra løgmanni.
– Eg eri nógv meira ein sparringspartnari, so løgmaður fær møguleika at tosað um nøkur ting, áðrenn hann fer víðari við teimum, greiðir ráðgevin frá.
Men tað er eftir hondini almenn fatan, at Kaj Leo Johannesen dugir betur at tosa í dag, enn fyri einum ári síðan, men hetta heldur Páll Nolsøe seg ikki hava havt beinleiðis ávirkan á.
– Løgmaður dugir helst betur í dag. Tað hoyrir mann fólk siga, men eg haldi ikki tað er nakað vit beinleiðis hava gjørt, men sjálvandi verður hann ílatin fakliga. Vit kunnu ikki geva honum eitt manuskript, tí tað høvdu øll lagt til merkis, men vit kunnu gera annað. Tá vit tosa saman, so er tað um vinkulin, hvussu løgmaður kundi hugsast at svara, tí ein fyrireiking verður altíð gjørd. Viðvíkjandi úttalilsunum haldi eg, at tað mest eru royndirnar, sum gera mun fyri løgmann í dag, sigur Páll Nolsøe.
Víðari greiðir hann frá, at hann ongantíð hevur følt, at Kaj Leo Johannesen hevur verið pínligur.
– Tað er meira soleiðis, at eg onkuntíð havi hugsað, at tingini kundu verið søgd eitt sindur øðrvísi. Men soleiðis vil tað altíð verða. Øll menniskju kunnu orða seg illa ella skeivt, eisini politikarar. Og tað er heldur ikki vist, at tað gongur út yvir trúvirðið, heldur tvørturímóti, heldur Páll Nolsøe
– Politisk kommunikatión er sjálvdan spektakuler og ikki sum ein fótbóltsdystur, sum kann avgerast eftir einum sekundi við einum skoti. Politisk kommunikatión er meira sum súkklukapping við sum Tour de France har tað snýr seg meira um at leggja eina ætlan, vera áhaldin og seta spurtin inn røttu løtuna, sigur ráðgevin.
Løgmaður avger
Ráðgevin hjá løgmanni staðfestir eisini, at tað ikki er hann, sum avger, um og hvussu løgmaður úttalar seg til miðlarnar.
– Hinvegin verði eg brúktur at tosa við, áðrenn løgmaður sigur nakað, um hann ivast, greiðir Páll Nolsøe frá.
– Kaj Leo vil næstan altíð úttala seg, og tað blandi eg meg sum so ikki uppí. Politikarar eiga at úttala seg, ella sum fyrrverandi spinndoktarin hjá Anders Fogh Rasmussen orðað tað: Hvad der ikke kan forklares – kan ikke forsvares.
Víðari greiðir hann frá, at tað einaferð um vikuna eru støðufundir á løgmansskrivstovuni, og har gongur tað fyri seg á sama hátt. Løgmaður hevur seinasta orðið.
– Men tað merkir tó ikki, at eg ikki onkuntíð priki løgmann á ryggin, um eg til dømis haldi, at hann eigur at fara í miðlarnar við einum máli, tí sum embætisfólk skalt tú vera loyalur móti politisku leiðsluni og tað merkir, at tú eigur at gera vart við tíni fakligu sjónarmið, sigur Páll Nolsøe.
Fittur fýrur
Tað fyrsta Páll Nolsøe sigur, tá spurt verður um, hvussu løgmaður er, liggur tætt saman við háttinum, vit onnur kenna løgmann.
– Hann er ein fittur fýrur. Eisini er hann bjartskygdur av lindi, og í hesum tíðum er tað er ikki neiligt útfrá einum samskiftisligum sjónarhorni, heldur nærmasti ráðgevin.
Tó leggur hann afturat.
– Eg havi hoyrt frá onkrum, at mann bara einaferð kemur ov seint til ein fund við Kaj Leo, men tað havi eg ikki roynt, vísir Páll Nolsøe á.
Munur á løgmonnum
Páll Nolsøe hevur verið ráðgevi hjá bæði Jóannes Eidesgaard, tá hann var løgmaður, og hjá Kaj Leo Johannesen, sum er løgmaður í dag.
– Tað er munur á teimum báðum. Jóannes Eidesgaard hevði eina rúgvu av royndum úr landsstýrinum og hevði sitið í fleiri ymiskum landsstýrismannasessum, áðrenn eg byrjaði at arbeiða saman við honum. Kaj Leo Johannesen hevði ikki sitið í landsstýrinum fyrr, greiðir Páll Nolsøe frá.
Hann leggur afturat, at teir báðir løgmenninir hava stóran áhuga í ítrótti, har Kaj Leo Johannesen serliga hevur áhuga fyri fótbólti, meðan Jóannes Eidesgaard heldur nýtir kappróður til sínar myndir.
– Hatta vita fólk helst, tí teir brúka ítróttirnar í málinum, heldur Páll Nolsøe.
Ítróttarmál
Felags fyri Kaj Leo Johannesen og Páll Nolsøe er, at teir báðir brúka sera nógvar ítróttarvendingar.
– Fólk halda, at løgmaður nýtur fleiri ítróttarvendingar enn onnur, men tað haldi eg ikki bilar. Men ítróttarvendingar eru ofta góðar einfaldar myndir um veruleikan. Tað er eisini soleiðis løgmaður vil vera. Hann nýtir rættiligt gerandismál og tann stýlin klæðir hann eisini væl, metir Páll Nolsøe.
Alt endurtakast
Kunningarráðgevi løgmans má eisini ansa væl eftir, hvat hann sigur, tá hann tosar við fjølmiðlarnar, tí hvørt einasta orð, ið ráðgevin nýtir, skal kunna endurgevast.
– Óansæð hvønn eg tosi við, so royni eg at ansa eftir, at eg ikki sigi nakað, sum eg ikki vildi endurtikið alment. Eg havi talufrælsi, sum øll onnur, men eg skal vera partapolitisk óheftur í mínum starvi. Og betri er at vera fyrivarin, staðfestir Páll Nolsøe.
Spurdur um tað ikki kann vera torført, er hann rættiliga avgjørdur.
– Tað er ein spurningur um at vísa arbeiðinum virðing og at vera fakligur. Tað er ongantíð meiningin, at eg skal skapa politikk. Eg skal hjálpa til at formidla politikkin, sum løgmaður og samgongan hava sett út í kortið, sigur Páll Nolsøe.
Víðari greiðir hann frá, at hann, á sama hátt sum onnur embætisfólk, noyðist at vera ansin við at úttala seg um viðurskifti, sum kunnu ávirka politisku støðuna í landinum.
Má fylgja við
Men hvussu er so ein vanligur dagur, sum kunningarráðgevi hjá Kaj Leo Johannesen?
– Fyrst á morgni plaga eg og løgmaður at møtast um okkurt er á skránni ella hent. Ein av uppgávunum er sjálvandi at fylgja við í miðlunum, hvat er á dagsskránni hesar dagarnar. Partur av at fylgja við í fjølmiðlunum er at vera framskygdur og royna at meta um, hvørjar søgur kunnu koma og hvussu tær kunnu útvikla seg og harvið fyrireika løgmann, hvat kann verða í væntu, og eg má erliga viðganga, at tað helst eru onnur, sum verða kløkkari enn eg, tá okkurt kemur fram, staðfestir hann.
– Men stingur okkurt óvæntað seg upp, so má mann verða skjótur, tí øll rokna við, at løgmaður kennir til øll mál, greiðir Páll Nolsøe frá.
Røðurnar fylla
Men útyvir tað dagliga rumblið á Løgmansskrivstovuni, so eru tað tvær hendingar, sum fylla rættiliga nógv í arbeiðnum hjá ráðgeva løgmans.
– Nýggjársrøðan og serliga ólavsøkurøðan fylla rættiliga nógv. Tað er nakað vit brúka nógva tíð uppá, og sum er ein stór avbjóðing, tí har skulu orð setast á politikkin hjá landsstýrinum og samgonguni. Hesar røður eru eisini eitt fundament og ein høvuðspallur undir framberingini av politikkinum hjá landsstýrinum. Ongin politikari fær so stóran eksponering, sum løgmaður fær við hesum røðum, og ongin politikari fær sama møguleika at røkka út til so nógv fólk. Og røðurnar verða vendar og snaraðar og tað verður skotið eftir røðunum. So teksturin má vera góður og hvassur, sigur Páll Nolsøe.
Hann greiðir víðari frá, at tá løgmaður endiliga ber hana fram, er tað ein serlig løta fyri seg.
– Mann fylgir væl við, hvussu hon verður borðin fram, og eg havi enn ikki verið vónbrotin, staðfestir hann.
Páll Nolsøe staðfestir eisini, at hóast hann ongantíð fær rós alment fyri sítt arbeiði so síggjast ofta tekin, hvussu ymisku úrslitini verða móttikin í ummælum av røðum og í politiskum greiningum.
Ikki eitt lívsstarv
Hóast Páll Nolsøe leggur dent á, at hann er í einum spennandi starvi, har ongin dagur er eins, so verður hann ikki kunningarráðgevi hjá løgmanni í allari framtíð.
– Eg eri av tí fatan, at mann ikki skal vera ov leingi í einum starvi. Framhald er týdningarmikið summum størvum, men ikki í hesum. Hevði tað verið sami kunningarráðgevi hjá løgmanni í ein mansaldur, so hevði tað helst gingið útyvir dygdina av arbeiðinum, og tað kundi blivið litað. Um mann vil tað ella ikki, so setur mann síni fingramerki í hesum starvi og fyrr ella seinni má tað nýtt blóð til, metir Páll Nolsøe, sum í eitt ár hevur verið nærmasti ráðgevi Kaj Leo Johannesen.
Sitatir:
– Óansæð hvønn eg tosi við, má eg ansa eftir, at eg ikki sigi nakað, sum ikki kann endurtakast alment.
– Fólk halda, at løgmaður nýtur fleiri ítróttarvendingar enn onnur, men tað haldi eg ikki bilar. Hinvegin eru ítróttarvendingar ofta góðar einfaldar myndir um veruleikan.
– Onkuntíð havi eg hugsað, at tingini kundu verið søgd eitt sindur øðrvísi.
Fakta um ráðgeva løgmans
Navn: Páll Nolsøe
Útbúgving: Cand com. Søgu samskifti á RUC
Føðidagur: 26. novembur 1976
Foreldur: Axel H. Nolsøe og Lena Nolsøe
Føðistaður: Keypmannahavn
Unnusta: Barbara S. Berg
Børn: Vera 2006 og Ella 2008