Hjú­nabandslógin fyri tingið í dag

Á tingfundinum í dag, mikudagin, fara løg­tings­fólk­ini Poul Michelsen fyri Fram­sókn, Rigmor Dam fyri Javn­að­ar­flokkin og Bjørt Sam­ue­lsen fyri Framsókn at leggja fram uppskot um at broyta hjúnabandslógina so­leið­is, at fólk av sama kyni kunnu giftast.

Uppskotið gongur út upp­á at loyva fólki av sama kyni at ganga saman í hjún­ar­lag, men bert tá talan er um borgarligar vígslur. Upp­skot­s­til­la­r­a­rnir hava boð­að frá, at ætlanin er ikki loyva kirkj­u­lig­um vígsl­um, tí ta av­gerð­ina halda tey, at kirkj­ur og samkomur sjálv­ar mugu taka.

Tað eru ikki flokkarnir, hjá nevndu ting­fólk­um, sum leggja málið fram, men hesi trý tingfólkini sum ein­­stak­­l­­ing­­ar. Hild­ið verð­ur tó fyri vist, at Tjóð­veldi tekur undir við máli­­num, meðan Henrik Old úr Javnaðarflokkinum neyv­an tekur undir við máli­num. Soleiðis kann rokn­ast við, at andstøðan hev­ur 11 atkøvður »tøkar«. Tí­skil mugu seks atvkøður finn­ast úr samgonguni.

Tann møguleikin verður hildin at vera møguligur – um sam­gong­an ikki ger av, at hon skal fella málið.