Landsstýrismálanevndin, sum hevur til endamáls at hava eftirlit við landsstýrinum fyri at tryggja, at tað heldur seg innanfyri lógarinnar karmar, hevur fimm kærur at viðgera í dag.
Miðflokkurin hevur kært løgmann, tá hesin segði, at grein 14 stk. 2 í hjúnabandslógini er yvirtikin tá kirkjan var yvirtikin og liggur tí undir mentamálaráðnum. Tað er sambært niðurstøðuni hjá umsitingini í løgmálráðnum. Grein 14, 2 snýr seg um rættin hjá samkyndum at verða signað í kirkju.
Miðflokkurin sigur, at avgerðin hjá løgmanni at boða frá yvirtøkuni er gjørd uttan heimild frá løgtinginum.
Ein onnur kæra er um løgmann frá Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Hon er um málið við partabrøvunum, hjá løgmanni í línubátinum Klakki, ið løgmaður seldi í 2003. Jacob Vestergaard kærir løgmann, tí hann metir, at løgmaður hevur upplýst tingið skeivt, tá hann bleiv spurdur um hann hann nakrantíð hevði selt eitt veiði- ella fiskiloyvi. Aksel V. Johannesen segði, at sølan umfataði ikki veiði- ella fiskiloyvi, men var einans ein søla av partabrøvum. Tað vil Jacob Vestergaard hava landsstýrsmálanevndina at taka støðu til.
Hinar tríggar kærurnar eru um Høgna Hoydal. Meginfelag Útróðrarmann kærir embætisførsluna hjá landsstýrismanninum tá hann legði uppskotið um fiskidagar fram í fjør. Felagið heldur, at løgtingið hevur atkvøtt á skeivum grundarlag.
Jørgen Niclasen hevur kært Høgna Hoydal fyri fyrst at hava givið nótaskipum makrelkvotur fyri síðani at taka ein part av kvotunum í ES sjógvi aftur.
Triðja kæran er um Høgni Hoydal hevur upplýst tinginum skeivt í samband við ein spurning frá Óluvu Klettskarð, tá hon spurdi landsstýrismannin um uppskotið um fiskivinnunýskipanina fór at hava við sær, at nakrar fyritøkur fóru at minka, sum eitt úrslit av nýggju kappingarreglunum. Høgni Hoydal svaraði, at lógin fór ikki at virka afturvirkandi, men nú vil Jógvan Skorheim hava tað reist í landsstýrismálanevndini, eftir at fleiri hava sagt, at hatta ikki passar.