Ein sak um hjúnaskilnað, sum hevði vart í fleiri ár, var helst orsøkin til, at ein 61 ára gamal maður í gjárkvøldið skeyt fyrrverandi konu sína og dóttir hennara ? og síðani seg sjálvan á Nesøya norðan fyri Oslo
Tann 61 ára gamli maðurin og 59 ára gamla fyrrverandi kona hansara høvdu stríðst í rættinum í fleiri ár fyri at býta virðini. Tann 61 ára gamli átti virðir fyri fleiri milliónir. Hin dripna kvinnan var dóttir ta 59 ára gomlu konuna í einum øðrum hjúnalag.
Norskir miðlar skriva, at maðurin helt seg missa nógv virði til fyrrverandi konuna.
Tað var um stutt fyri klokkan 18, at løgreglan fekk fleiri fráboðanir úr Nesøya.
- Vit fingu at vita, at onkur hevði latið fleiri skot av, og tað er altíð dramatiskt, tá skotið verður uttandura. Tí sendu vit stórt løgreglulið avstað, segði Per Zimmer, politiadvokatur, við Nettavisen í gjárkvøldið. Maðurin gekk tá runt við byrsuni og lat fleiri skot av.
Eitt vitni greiðir frá, at tey í fystuni hildu tað verða fýrverk. Ikki fyrr enn ein kvinna fór at skríggja, varnaðust tey, hvat var á vási. Tey kundu beinanvegin staðfesta, at onnur kvinnan varð deyð á staðnum. Fólk, sum komu til, royndu at bjarga hinari kvinnuni.
Ein kvinna, sum gekk framvið, kom rennandi til og gav fyrstuhjálp til aðra kvinnuna.
- Hendan kvinnan varð koyrd av staðnum í einum privatbili, men vit vita ikki, um hon doyði á staðnum ella um hon doyði í bilinum á veg til sjúkrahúsið, men tá bilurin møtti sjúkrabilinum, kundu hjálpararnir í sjúkrabilinum staðfesta, at kvinnan var deyð.
Leingi var ivi um, hvar drápsmaðurin var. Tí kom vælbrynjað og vælvápnað politistalið til Nesøya ? og brúgvin, ið knýtir oynna til fastlandið, varð stongd.
Løgreglan leitaði í einum bryggjuhúsi og í eini aðrari íbúð, áðrenn tey funnu tann 61 ára gamla mannin deyðan í húsum sínum. Byrsan lá við síðuna av honum. Uttan iva hevur hann dripið seg sjálvan, skrivar norskir miðlar.