Hjørdis var ættað úr Nólsoy. Foreldrini vóru Maria, f. Jacobsen í Búð, og Mads Thomsen í Túni, bæði úr Nólsoy.
Hjørdis gjørdist kend, tá hon sum fyrsti kvinnuligi útvarpsvertur legði rødd til regluligu tíðindasendingarnar hjá Útvarpi Føroya, sum byrjaðu 6. februar í 1957. Hon var eisini fyrsta fólk, sum var sett í fast starv í Útvarpi Føroya og kom skjótt at starvast saman við Axel Tórgarð presti, sum gjørdist fyrsti útvarpsstjórin. Hjørdis dugdi sera væl at málbera seg í útvarpinum, og øll kendu hennara vøkru og kláru kvinnurødd..
Tað var eftir at løgtingið samtykti endaliga uppskotið hjá Edward Mitens, landstýrismanni við mentamálum, um at seta á stovn útvarp í Føroyum tann 27. januar 1956, at landsstýrismaðurin boðsendi Hjørdis Thomsen, sum hon tá varð nevnd, um at koma í starv sum tíðindafólk á nýggju útvarpsstøðini.
Hjørdis var málsliga væl fyri og var útbúgvin í fremmandum málum við korrespondentførleika í enskum, týskum og fronskum, umframt at hon eisini var stinn í føroyskum.
Á heysti 1956 var Hjørdis hjá Danmarks Radio og kunnaði seg um útvarpsarbeiði. Hon var sett at gera tað fyrireikandi arbeiðið, eisini á tekniska økinum, áðrenn útvarpið kundi byrja at senda. Hjørdis arbeiddi í Útvarpinum frá 1956 til 1959.
Sum bert 12 ára gomul fór Hjørdis til Havnar at ganga í skúla. Hon hevði ikki familju at búgva hjá í Havn, men mátti leiga seg inn. Eitt tíðarskeið búði hon á Vertshúsinum. Samfelagið var ikki innrættað til bygdanæmingar. Hóast frástøðan millum Nólsoynna og Havnina ikki er stór, slapp hon bert út til Nólsoyar til høgtíðirnar og feriur. Onkuntíð kom pápi hennara við báti inn til Havnar eftir henni.
Hjørdis tók studentsprógv í 1945, og er millum tey fyrstu, sum fingu hetta prógv í Føroyum og ikki minst tær allar fyrstu kvinnurnar.
Eftir at Hjørdis varð útlærd sum korrespondentur, kom hon heim aftur og arbeiddi eina tíð í Føroya Banka. Avbjóðingarnar vóru avmarkaðar, lítið fremmandamál annað enn danskt og lønin so vánalig, at hon valla rakk til húsaleigu. Hjørdis fór tí niður aftur til Keypmannahavnar at arbeiða sum korrespondentur hjá Brøste, til hon seinni byrjaði í Útvarpinum.
Eftir starvstíðina í Útvarpinum fekk Hjørdis starv í Landsstýrinum og var skrivari hjá løgmanni og varaløgmanni, til hon gjørdist heimagangandi, ímeðan børnini vóru smá.
Tá yngsta barnið var 10 ár, fór Hjørdis á Dómarakontórið ar arbeiða sum skrivari í eini tvey til trý ár, til hon miðskeiðis í 1970-unum fekk í boðið at taka við starvi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Har treivst hon sera væl og arbeiddi m.a. við at finna og føra kartotek yvir orð og vendingar í føroyska málinum, sum enn ongantíð vóru skrásett. Hetta starv røkti hon í 17 ár, til hon noyddist at leggja frá sær vegna aldur, hóast hon sjálv ynskti at halda fram, til hon varð 70 ára gomul.
Hjørdis giftist við Hera Jensen, lærara og fyrrverandi skúlastjóra á Venjingarskúlanum, sum er ættaður úr Froðba. Tey búsettust á trøðni hjá Niels Rein, abba Hera í móðurættini. Venjingarskúlanun bleiv seinni bygdur á trøðni við síðuna av.
Børnini vóru fimm í tali: Mass Ingi, sum doyði í 2006, Jákup Egil, Maria, Bárður og Katrin, sum øll búgva í Havn. Ommubørnini hjá Hjørdis eru 9 í tali.
Børnini hjá Hjørdis siga, at tá fólk ikki kundu plasera tey út frá ættini, so bar altíð til at siga, at mamman var Hjørdis í Útvarpinum. Tá vistu øll beinanvegin, hvørji tey vóru og komu altíð við eini viðmerking um, hvussu dugnalig og væl umtókt hon var millum manna sum útvarpsfólk.
Sera nærløgd var Hjørdis, sum setti høg krøv til alt, sum hon gjørdi. Hon var føroyingur við stóra F. Hjartamál hennara vóru fyrst og fremst føroyska málið, mentan og søga, sum hon brendi fyri og dagliga hevði onkra viðmerking til. Hon tók sær ógvuliga nær, at føroyingar so lættliga taka útlendsk orð og vendingar til sín fram um góðan føroyskan málburð.
Hjørdis var gløgg og evnarík. Hon hugsaði nógv og dugdi væl at undirbyggja tað, sum hon segði. Hóast fólk ikki altíð vóru av somu fatan sum hon, var tað mangan, at tey máttu ásanna, at hon hevði mál í síni søk.
Hjørdis var góð við heimbygdina. Seinastu 30 árini nýtti hon nógva orku til at skriva niður frásagnir eftir gomlum fólki um Nólsoyar søgu. Eisini umvældi hon mangt gamalt og stóð fyri umvælingini av gomlu Búðastovuni, ið hon búði í sum smágenta í Nólsoy.
Ein slóðbrótandi kvinna var Hjørdis og fyri sína tíð. Hon gekk egnar leiðir og var ein fyrimynd hjá mongum. T.d. vísti hon tíðliga í tíðini kvinnum í okkara samfelag, at tað bar til at fáa sær eina útbúgving og eina karrieru umframt mann og børn. Hon var ein stríðskvinna fyri framburði á mongum økjum og var fyri javnrættindum og einum sjálvbjargnum Føroyum.
mg