Nógv fólk vóru savnaði til móttøku í bilhúsinum og í torninum á Flogvøllinum í Vágum mikudagin, tá eitt av trúgvu starvsfólkunum hjá Statens Luftfartsvæsen, Hjørleif Christiansen, alment segði favæl eftir 32 ár í sama starvi. Har vóru familja, vinir og starvsfelagar. Finnbogi Niclasen flogvallarovasti helt takkarrøðu fyri Hjørleifi, og hann fekk m.a. gávur frá starvsfeløgunum og ein hóp av blómuheilsanum.
Hjørleif, sum er sørvingur, hevur arbeitt sum mekanikari hjá Statens Luftfartsvæsen síðan 1973, har hann hevur havt ábyrgdina av øllum rullandi og siglandi flutningstólunum hjá stovninum á Flogvøllinum, bæði akførum og bjargingarbátum. Saman við øðrum hevur Hjørleif eisini verið við í kavaruddingini um vetrarnar, eldsløkkingararbeiðinum, og ikki minst hesi seinastu árini, hevur hann verið við í arbeiðinum í samband við strongu trygdarreglurnar á Flogvøllinum.
Foreldrini hjá Hjørleif vóru Elisabeth, f. Samuelsen, og Jákup Christiansen, bæði úr Sørvági. Hjørleif er yngstur av seks systkjum.
Eftir lokna skúlagongd róði hann út við bátum í Ravnstóroy í Grønlandi. Har var hann í tvey ár. Í 1956 fór hann í læru sum bilmekanikari hjá Wenzel Petersen í Havn. Meðan hann lærdi, var hann eitt ár burturfrá, tá hann tók "Den almindelige maskinisteksamen" á Sjómansskúlanum í Havn. Í 1961 var hann so eisini útbúgvin bilmekanikari.
Eftir tað sigldi Hjørleif við tí tá nýggja trolaranum Brandi Sigmundarsson. Hann byrjaði sum fýrbøtari ella assistentur, seinni bleiv hann 2. meistari og síðan 1. meistari.
Miðskeiðis í 60-unum fekk Hjørleif sær egnan bilverkstað heima hjá sær sjálvum í Sørvági, har hann umvældi bæði smáar og stórar bilar. Fyrst í 70-unum bygdi hann sær ein nýggjan bilverkstað, men hann var ikki meira enn byrjaður har, tá hann í 1973 fekk eitt tilboð frá Statens Luftfartsvæsen um at arbeiða hjá teimum sum mekanikari. Síðan hevur Hjørleif arbeitt har. Honum hevur dámt arbeiðið sera væl, men nú má hann leggja frá sær fyri aldur.
Hjørleif fer nokk ikki at keða seg, honum dámar væl at svimja, og hann hevur t.d. gingið til telduskeið. Eisini hevur hann møguleikan at fara á flot, tá hann hevur hug til tað.
Hjørleif er giftur Vígdis, f. Thomasen, úr Sandavági, Tey fingu trý børn: Elisabeth, sum býr í Onglandi, Dánial, sum býr í Danmark, og Miriam, sum andaðist í 1991, bert 16 ára gomul. Vígdis og Hjørleif eiga seks barnabørn, tríggjar gentur og tríggjar dreingir.