Hjalgrím: Fantastisk kensla og vit njóta tað

(Ljóðsamrøða frá Rás2) KÍ-veteranurin heldur tað gerst stuttligari og stuttligari fyri hvønn dyst á Djúpumýru í Klaksvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við ein sera fegnan KÍ-veteran, Hjalgrím Elttør aftaná 4-1 heimasigurin hjá KÍ í tí fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Sjálvt um nógv peikar á, at KÍ fer at vinna seg í finaluna, so leggur Hjalgrím Elttør dent á, at nógv kann henda í fótbólti, og hann kannar sær tí ikki bitan.

 

Men hann dylur ikki, at tað gerst stuttligari og stuttligari hjá KÍ-leikarunum at spæla heimadystir á Djúpumýru, og hann sendir eina stóra tøkk til stóru viðhaldsfjøldina hjá KÍ, sum hann sigur gav honum og liðfeløgunum eyka megi at dríva á í kvøld. - Hetta er ein fantastisk kensla, og vit njóta tað, staðfestir Hjalgrím Elttør. 

 

Hjalgrím Elttør sigur, at útgangsstøði hjá teimum var, at NSÍ skuldi ikki hava tey frírúmini at spæla bóltin í, sum runavíkingar mangan hava havt í dystum ímóti KÍ, og Hjalgrím heldur, at tað eydnaðist til fulnar.

 

Hjalgrím Elttør og liðfelagarnir tørna ikki út aftur fyri KÍ fyrrenn norðoyastevnudag, sunnudagin 5. juni, tá NSÍ er mótstøðuliðið aftur, tá verður tað í landskappingini.