Føroyar eru á øðrum sinni í bólki saman við Týsklandi. Seinast var til EM undankappingina í Portugal í 2004. Í tveimum dystinum megnaði Týskland akkurát at vinna á okkum. Og tað er serliga ein leikari, ið minnist væl dystin í Hannover, ið vit taptu 2-1.
Týskland hevði júst vunnið silvur í HM í 2002, tá Føroyar kom á vitjan í Hannover. Michael Ballack legði Týskland á odda longu eftir ein minutt upp á brotsspark. Stutt fyri hálvleik gjørdi Týsland sjálvmál eftir innlegg úr høgru frá Jákupi á Borg. Í seinna hálvleiki kom Týsland á odda 2-1, men bara nakrar fáar minutir fyri tíð var um reppi, at vit fingu javnað.
Jákup Mikkelsen sparkaði út og John Petersen longdi við høvdinum. Ein blaðungur Hjalgrím Elttør fór tuskandi avstað móti málinum. Tá hann skuldi seta bóltin í netið rakti bólturin ein bøkk og gjørdi eitt lítið hop. Tað endaði við, at bólturin fór á stongina og út.
Hjalgrím er tó ikki bangin fyri at møta Týsklandi aftur, heldur er hann spentur.
- Tá eg sá at Týskland kom í okkara bólk, so hugsaði eg bara nú sleppi eg kanska aftur at møta teimum. Eg hugsi ikki so nógv um dystin í Hannover, men onkuntíð verið eg mintur á hann, sigur Hjalgrím Elttør.
Føroyar komu í bólk C saman við Kasakstan, Eysturríki, Írlandi, Svøríki og Týskalndi.
- Eg geri væl nøgdur við lutakastið. Talan er um áskoðaravinarlig lond eisini. Eg ynskti mær gott nokk Spania ella Ongland, men hetta er eisini eitt fínt lutakast, sigur Hjalgrím.
Hjalgrím hevur staðið seg væl á landsliðnum í seinastuni.
(Mynd: Kristoffur Jacobsen t.v. og Hjalgrím Elttør t.h.)