Fótbóltur
Leygardagin 29. mars fór tað sum eldur kring fótbóltsheimin, at Litava hevði megnað 1?1 ímóti týsku varaheimsmeistarunum. Fótbóltshugaðir føroyingar, sum síðani hava sæð tindarnar frá tí dystinum í sjónvarpinum, hava sjálvsagt hugsað aftur á mikudagin 16. oktober í fjør, tá ið Føroyar taptu 2?1 í Hannover. Og í tí sambandinum er tað skjótt, at støðan rennur fram í hugan, tá ið Hjalgrím Elttør dygst undan leikloki var einsamallur við týska málverjanum, men tíverri tók bólturin í stólpan og fór ikki í málið.
? Eg havi ofta sæð hasa støðuna aftur í føroyska sjónvarpinum og eisini í útlendskum sjónvarpsrásum. Og sjálvandi iðri eg meg um, at bólturin ikki fór í málið. Eg kendi tað ikki soleiðis tá, at bólturin bar seg eitt sindur undarliga at. Men á sjónvarpsmyndunum tykist tað sum um, at tað er orsøkin til, at eg ikki raki bóltin heilt reint.
Vit hava sett manninum stevnu, sum hesa síðstu løtuna í Hannover hevði møguleikan at vera orsøk til kanska størstu sensatiónina í fótbóltssøguni yvirhøvur.
Kundi tú havt borið teg øðrvísi at í hasi støðuni?
? Hetta er ikki nakað, sum eg dag og dagliga gangi og hugsi um. Men sjálvandi havi eg hugsað um hatta og aftur nú, tá ið eg sá litavan skora ímóti Kahn. Støðan var ikki so nógv øðrvísi enn tann, sum eg var í. Hann sendi bóltin í mótsattu síðuna av tí, sum eg gjørdi, og hann var heppin. Eg haldi, at eg gjørdi rætt, tí Kahn var farin eitt sindur til høgru fyri seg sjálvan, men eg var bara óheppin, at bólturin fór í stólpan og ikki í málið.
Hvat kundi tú havt gjørt øðrvísi?
? Aftaná havi eg hugsað, um eg kundi havt drigið meiri inn fyri Jeremis, sum var aftanfyri, og so kanska fari til høgru fyri meg sjálvan og framvið Kahn. Tað hevði ivaleyst havt við sær, at vit høvdu havt fingið brotsspark, um eg ikki hevði havt skorað. Akkurát hatta gerst ikki umaftur. Jeremis og eg býttu um troyggju. Tað er minnið, sum eg havi frá hasum dystinum, og so mugu vit vóna, at tað fer at eydnast betri, tá ið týskararnir koma henda vegin.
Stór kapping
Hjalgrím Elttør sigur seg ikki duga heilt at siga, um hann fer at fáa møguleikan, tá ið Týskland 11. juni kemur henda vegin. Men hann stríðist fyri møguleikanum:
? Í fjør var eg við í fýra landsdystum. Ímóti Skotlandi var eg millum teir fyrstu ellivu, meðan eg kom inn í vinardystunum ímóti Póllandi og Liktinstein á Kypros og ímóti Týsklandi, tá ið eg spældi einar tjúgu minuttir. Sjálvandi heldur landsliðsvenjarin seg til sínar spælarar. Men mín fatan er, at nýggi venjarin lurtar nógv eftir hjálparvenjaranum, sum fylgir sera væl við, hvussu spælararnir í heimligu kappingini standa seg, og serliga hvussu støðugir teir eru. Hetta síðsta verður gingið nógv uppí. Tí er tað sera týdningarmikið at standa seg væl í heimligu kappingini, um hugsningur skal vera um at koma nærri landsliðnum.
Hvussu nær ert tú teimum fyrstu ellivu?
? Tað dugi eg ikki at siga, og tað veit eingin so tíðliga á árinum. Í fjør var eg fegin um at fáa boð. Tað vóni eg, at eg fari at fáa í ár, og nú er málið at sleppa á liðið. Men kappingin er sera stór. Á framrættaðu plássunum er eingin púra upplagdur og framum hinar eyðsýndur kandidatur, soleiðis sum tað var, tá ið Todi Jónsson var á liðnum. Spurningurin er eisini, hvussu tað verður við Toda og øðrum útisetum, grundar Hjalgrím Elttør.
Vit kunnu ímynda okkum, at tað, sum Hjalgrím hevur í huganum, er, um nú Christian Høgni Jacobsen framvegis er álopsspælari á landsliðnum, sjálvt um hann er verjuspælari í Vejle, og hvussu tað verður við Claus Bech Jørgensen, ið tað aftur nú hevur verið tosað um sum møguligan føroyskan landsliðsspælara.
? Eg haldi eisini, at venjararnir tað síðsta árið hava givið greiðar ábendingar um, at teir rokna fleiri at vera tætt at landsliðnum, enn tað kanska hevur sæð út áður. Fleiri ungir spælarar hava verið við í venjingum og á venjingarlegum, og eg haldi, at tað er heilt nátúrligt, um fleiri koma upp í part av okkum, sum í fleiri ár hava spælt saman á yngru landsliðunum. Men sjálvandi er hetta nakað, sum ikki gongur fyri seg frá einum degi og til tann næsta, so tað ræður um at vera tolin.
Dreymurin
Hjalgrím Elttør hevur onkra ferðina verið uttanlands og royndarvant ? bæði í Onglandi og Fraklandi. Hjalgrím dylur ikki, at hann framvegis droymir um, at dreingjadreymurin, at gera fótbóltin til livibreyð, skal gerast veruleiki. Men tað er torført, og hepni skal til.
? Akkurát nú havi eg ikki hug at tosa um ítøkiligar møguleikar. Einki kemur av sær sjálvum. Tú skalt gera nógv við fótbóltin hvønn einasta dag, um tú skalt verða førur fyri at gera munin, tá ið møguleikin kemur.Landsliðið fær fleiri stórar møguleikar í ár. Vit skulu spæla í Íslandi og Skotlandi, og vit fáa vitjan úr Íslandi, Litava og Týsklandi. Tað hevði ikki verið so galið aftur at fingið møguleikan at staðið andlit til andlit við Kahn. Um tað hevði eydnast at fingið bóltin framvið honum og ikki í stólpan, men í málið, so høvdu møguleikarnir at gera dreingjadreymin til veruleika vaksið. So tað ræður um at gera nógv við tað í venjing og dysti, sigur Hjalgrím Elttør, áðrenn hann smoyggir seg í bláu fótbóltsklæðini og fer út í apríl veðrið at venja saman við hinum klaksvíkingunum.