Hjalgrím ímóti sínum egnu

NSÍ fer til Klaksvíkar fyri at vinna, og hjá KÍ verður tað sera dyggur smeitur, um klaksvíkingar ikki fáa úrtøku

NSÍ verður sunnudagin gestur í Klaksvík. Fyri fyrstu ferð skal Hjalgrím Elttør spæla í Klaksvík, har hann framvegis býr, spæla við øðrum felag ímóti barndómsfelagnum. Hjalgrím hevur fingið flúgvandi byrjan í NSÍ, har hann fleiri ferðir hevur verið kosin dagsins maður.

NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku burturúr trimum teimum fyrstu umførunum. KÍ hevur vunnið fýra stig. Klaksvíkingar iðra seg, tí teir halda, at teir væl kundu havt sjey stig. Í Gundadali ímóti B36 halda teir seg at hava verið óhepnar ikki at røkka javnleiki, og teir iðra seg um, at teir á heimavølli ímóti B71 ikki bundu um eftir góðu fyrstu løtuna.

Á KÍ heimasíðuni hartar Tony Paris spælararnar fyri, at teir, sum dysturin leið, ikki hildu seg til avtalurnar, sum vóru gjørdar frammanundan. Nú verður takið hjá KÍ venjaranum at demma upp fyri málsókna Andersson og skjótu NSÍ monnunum í fremstu røð – Jónhard Frederiksberg og Hjalgrím Elttør - og Nenad og Boga Løkin, sum stýra miðvøllinum.

Hjá KÍ hava Leon Bjartalíð og Julian Samuelsen orsaka av sjúku verið burtur frá venjingunum í hesi vikuni. Kaj Ennigarð gavst at venja hóskvøldið, eftir at hann hevði fingið løst.

Á positivu síðuni eru tíðindini, at amerikanski verjuspælarin Kareem Smith eftir langan skaðasteðg er komin fyri seg aftur. Hann hevur í vikuni vant við fullari ferð og var hóskvøldið við í venjingardysti ímóti 1. deildarliðnum.

Í Runavík hevur Johan Nielsen allar sínar menn tøkar, og hann hevur nógvar at velja ímillum. Pól Thorsteinsson varð settur á vøllin eftir steðgin ímóti Skála, og hann hevur vant við fullari ferð í hesi vikuni. Unglingaspælarin Øssur Dalbúð skoraði 2. páskadag tvey mál á næstbesta liðnum, sum spældi í Fuglafirði, og tað er sannlíkt, at hann hesa ferð verður partur av besta hópinum.