KÍ og EB/Streymur spældu ein minniligan dyst í Klaksvík fyrr í kvøld, sum endaði við javnleiki 1-1.
Bæði liðini kundu iðra seg í hvør sínum lagi. KÌ um teir mongu brendu málmøguleikarnar, og EB/Streymur, at tað eydnaðist KÌ at javna í yvirtíðini.
Aftaná dystin vóru liðskipararnir samanumtikið væl foreintir við tað eina stigið. Hjalgrím Elttør (KÍ) og Hans Pauli Samuelsen (EB/Streymur) duldu tó ikki, at teir høvdu ynskt sær meir.
Undir greinini ber til at hoyra tað, sum Hjalgrím Elttør og Hans Pauli Samuelsen søgdu við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra tað útjavnandi málið hjá Páll Klettskarð, sum kom í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Símun Joensen varð viðmerkjari.