Hjalgrím ræðist ikki Molde

Tá ið toppskjúttin í føroysku landskappingini minnist, hvussu tað hilnaðist hjá KÍ í europeisku kappingini í fjør, heldur hann onga orsøk vera at kvíga fyri stórtapi í kvøld

SOSIALURIN-MOLDE: Hjalgrím Elttør hevur havt undanvind síðstu dagarnar. Sunnudagin skoraði hann fýra mál, og undan fráferðini úr Føroyum týsdagin fekk hann landsliðsboð. Tey fýra málini ímóti EB/Streymi hava við sær, at hann er toppskjútti í landskappingini.
Hevur tú áður skorað fýra mál í einum dysti?
- Tað havi eg ongantíð áður gjørt í vaksnamannadeildini. Í yngru deildunum skoraði eg ofta nogv mál. Seinasta ferðin eg minnist, at tað eydnaðist at skjóta nógv mál, var í steypafinaluni í unglingadeildini í fyrraárið. Tá haldi eg meg minnast, at eg skoraði seks mál.

Góðar royndir
Tá ið vit tosa um uppgávuna, sum er á skránni hjá Hjalgrími og KÍ í kvøld, kann hon tykjast ógvuslig. Vandin fyri stórtapið lúrir altíð, men toppskjúttin er ikki bangin fyri, at tað skal ganga av skriðuni.
- Tað er sjálvandi ilt at siga. Men um vit nýta royndirnar frá í fjør, so nýtist okkum ikki at stúra. Tá spældu vit ímóti ungverska Újpesti. Á heimavølli megnaðu vit 2-2. Tá ið vit fóru niður til Budapest lúrdi vandin fyri stórtapið ivaleyst, men vit taptu bara 1-0. Ofta hevur tað víst seg, at føroysk lið hava havt tað torført í 2. hálvleiki, tí orkan hevur ikki verið tann sama, sum hon hevur verið hjá mótstøðuliðunum, men soleiðis var tað ikki hjá okkum ta ferðina. Síðstu løtuna trýstu vit teir, og eg sendi bóltin í stólpan. Tá ið vit nú hugsa aftur á dystirnar í fjør, so var møguleikin ivaleyst størri at koma víðari í kappingini, enn vit frammanundan høvdu roknað við, minnist Hjalgrím Elttør aftur á, og hann leggur afturat:
- Føroysk lið fara neyvan at røkka langt í europeisku kappingini. Sjálvandi hevði tað verið hugaligt hjá okkum sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð at spælt okkum víðari úr fyrsta umfarinum. Men í løtuni hugsa vit fyrst og fremst at røkka einum so mikið góðum úrsliti á útivølli, at tað verður spennandi hjá okkara áskoðarum og okkum, tá ið Molde um tvær vikur kemur at vitja okkum.

Upp og niður
KÍ var fyrsta føroyska felagið, sum royndi seg í Europa Cup í 1992. Síðani hevur tað gingið eitt sindur upp og niður. Í 2000 var KÍ í fyrsta innleiðandi umfarinum í kappingini fyri meistaralið, og tá gekk tað av skriðuni ímóti eysturríksla liðnum.
Frammanundan hevur KÍ staðið seg væl á Svangaskarði ímóti ísraelska liðnum Maccabi Haifa. Ímóti Skonto Riga í 1992 tapti KÍ báðar dystirnar.
Molde er ikki væl fyri í norsku kappingini. Norskur fótbóltur verður kortini skattaður so mikið hægri enn føroyskur fótbóltur, at eingin ivi er um, at norska liðið er stórfavorittur á heimavølli í kvøld. At klaksvíkingar kanska kunnu megna meiri, enn tað kann roknast við, er ein onnur søga. Men teir hava áður víst, at møguleiki er fyri tí. Umstøðurnar at spæla fótbólt í Molde í kvøld verða ivaleyst góðar. Í gjár vóru umleið átjan hitastig, stilli og einki avfall. Tað mugu sigast at vera optimalar umstøður at spæla fótbólt í.