KÍ-ÍF 7-2 (2-2)
Steypafinala
Mikukvøldið var Tórsvøllur vertur fyri steypafinaluni hjá unglingum. Kappingini um sonevnda Thomas Dam steypið. Luttakararnir vóru KÍ og ÍF, sum høvdu leikt seg fram til finaludystin við sigrum á ávíkavist HB og NSÍ.
Kanska var luttøkan hjá ÍF eitt sindur óvæntað, tí tá hálvfinalurnar vóru á skránni mundu flestu rokna við, at runavíkingar vóru favorittarnir í hesari, eins og klaksvíkingar framman undan hesum dystinum vórðu mettir sum favorittar.
Tað gjørdist tó skjótt greitt, at fuglfirðingarnir so avgjørt ikki vóru komnir til Havnar við einum møguligum tapi í huga. Byrjan teirra var bragdlig, og hóast KÍ royndi at muta ímóti, so var spælið alt fyri eitt trýst oman móti KÍ málinum. Serstakliga lá væl fyri hjá ÍF at gera sær dælt av vengrunum, sum ferð eftir ferð komu fram við til tíðir illa skipaðu KÍ verjuni, fyri síðani at senda bóltar inn fyri málið.
Onkrar vandastøður stóust eisini av hesum, og tað vóru eisini fuglfirðingar, sum áttu fyrsta stóra møguleikan, men úr stuttari fjarstøðu sendi Høgni Madsen bóltin upp um. KÍ hevði fram til tá at kalla bert roynt seg við longum bóltum til framherjarnar, og í næsta álopinum gav hetta eisini bonus. Hjalgrím Elttør varð sendir avstað, og eftir at hava sneitt verjuleikara av, sendi hann framvið málverjanum til Gunnleif Biskipstøð, sum hevði at kalla opið mál.
Løtu seinni endaði eitt at kalla identiskt KÍ álop við, at Hjalgrím enn einaferð gjørdist leysur í vinstru. Hesa ferð skeyt hann sjálvur, so samstundis sum fuglfirðingar høvdu sýnt seg at vera spælstýrandi, vóru teir nú aftan fyri við tveimum málum.
Komu aftur
Skelkurin fekk tó á ongan hátt fuglfirðingar at fella í fátt. Heldur treiskaðust teir, og komandi hálva tíman var álopsspælið framhaldandi málskøki, tó við tí muni, at teir nú eisini vóru meira nærlagdir í verjupartinum.
Bólturin ferðaðist at kalla konstant uppi á KÍ hálvuni, og fleiri meira ella minni vandamiklir møguleikar spurdust eisini burtur úr. Atli Petersen var leysur, men Karstin Joensen í KÍ-málinum bjargaði frágera væl, men løtu seinni var Karstin heldur óansin.
Ein bóltur varð sendir inn í KÍ brotstegin, og bæði Karstin og Høgni Madsen eltu bóltin, og tá Karstin tveitti seg, tók hann samstundis beinini undan Høgna. Brotssparkið skeyt Høgni Zachariassen flatt til vinstru, og nú kom av álvara ferð á ÍF.
Møguleikarnir trutu ikki, men líkt var til, at líka mikið hvussu teir royndu, so rendu teir seg alla tíðina í livandi múrin í KÍ málinum, og ikki fyrr enn teir fingu enn eitt brotsspark, eydnaðist at koma upp á javnt. Hesa ferð var tað Atli Petersen, sum eftir eina snilda fintu í brotsteiginum, og aftur varð Høgni settur at skjóta. Hesa ferð skeyt hann høgt og til høgru, men úrslitið var hitt sama og so var javnt.
Restina av hálvleikinum høvdu fuglfirðingar fleiri møguleikar. Millum annað vóru menn tvær ferðir leysir í brotsteiginum, men báðu ferðirnar bjargaði Karstin framúr væl, so javnleikur var framvegis støðan, tá farið varð til hálvleiks.
KÍ hamskiftir
Mett eftir fyrra hálvleiki, so tóktist tað bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn fuglfirðingar avgjørdu dystin, men so skuldi tó ikki verða.
Klaksvíkingar høvdu nýtt steðgin til at umskipa miðvøllin nakað, men størsta týdningin hevði tað helst, at eisini hugburður teirra var fullkomuliga umskipaður.
Kropsliga tóktust teir at vera væl betri fyri enn mótstøðumenninir, og nú varð hetta nýtt til at seta seg fullkomuliga á miðvøllin. Tað gingu heldur ikki meira enn sjey minuttir, so hevði KÍ endurstovnað tvey mála leiðsluna, og aftur var tað Hjalgrím Elttør, sum gjørdi um seg.
Fyrst dórg hann seg leysan í vinstru, áðrenn hann sendi fram við málverjanum, og tá misskiljing í ÍF verjuni løtu seinni gav honum møguleikan, dróg hann framvið málverjanum, áðrenn bólturin varð rullaður inn.
Fuglfirðingar tóktust nú av álvara lamslignir. Orkan til at vinna seg aftur enn einaferð var ikki til staðar, og so kundu KÍ og sertakliga Hjalgrím av álvara fara í gongd.
Málið til 5-2 var ein sonn perla. Staddur beint uttan fyri brotsteigin fekk Hjalgrím eina sending, og eftir at hava sett fyrsta mannin av, bankaði hann bóltin í mótsatta málhorn.
Var hetta ein perla, var fimta KÍ-málið og fjórða Hjalgrím-málið tað ikki minni. Púra leysur við málverjanum var hann ísakaldur, og heldur enn at smekka til, kipti hann bóltin, sum í bleytum boga legði seg til rættist í meskunum.
Uppiborið og tó
Seinasta korterið var sostatt bert ein spurningur um at fáa tíðna at ganga, og tá Martin Rúni Joensen í seinasta minuttinum staðfesti, var sigurin longu ein sannroynd.
Mett eftir seinna hálvleiki, var tað eisini fult uppiborið, at KÍ vann dystin. Teir vóru tá við yvirlutan í flestum pørtum. Miðvøllurin riggaði væl, og so høvdu teir Hjalgrím Elttør í álopinum. Ein leikari, sum vit uttan iva fara at hoyra og síggja nógv til framyvir.
Tað skerst tó ikki burtur, at fuglfirðingarnir mundu iðra seg eftir dystin. Høvdu teir kent sína vitjunartíð, kundi støðan lættliga verið bæði 4- og 5-2 áðrenn hálvleikssteðgin, og tá vildi spurningurin verið, um KÍ kundi reist seg.
Alt hetta verða tó ikki til meira enn hypotetiskir spurningar. Framyvir fara søgubøkurnar at siga, at KÍ vann ein greiðan sigur í finaluni 2001, og eftir er bert at ynskja teimum hjartaliga tillukku við sigrinum.
KÍ-ÍF 7-2 (2-2)
1-0: Gunleif Biskipsøð 12.
2-0: Hjalgrím Elttør 14.
2-1: Høgni J. Zachariassen (br.) 20.
2-2: Høgni J. Zachariassen (br.) 33.
3-2: Hjalgrím Elttør 51.
4-2: Hjalgrím Elttør 53.
5-2: Hjalgrim Elttør 63.
6-2: Hjalgrím Elttør 77.
7-2: Martin Rúni Joensen 90.
Dómari: Birgir Sondum