Hjalgrím skoraði á 2. liði

Hjalgrím Elttør skoraði í mikukvøldið mál fyri Fremad Amager. Men tað var ikki á besta liðnum í felagnum, at hann spældi. Hann var við á 2. liði hjá Fremad Amager, sum spælir í Keypmannahavnarseriuni.
Fremad Amager spældi ímóti Rødovre og vann 3-2. Stutt eftir hálvleikssteðgin skoraði Hjalgrím Elttør til 2-1 til Fremad Amager. Liðið liggur sum nummar 6 í tí, sum verður rópt Keypmannahavnarseriuni, og venjari hjá liðnum er fyrrverandi B68- og HB-venjarin, Frank Skytte.
Hjalgrím Elttør hevur ikki verið við á besta liðnum hjá Fremad Amager seinastu tvær ferðirnar, tí hann hevur havt ein skaða at dragast við.