NSÍ skrivar á heimasíðu sínari, at semingsfundurin í FSF-húsinum í gjárkvøldið vardi til klokkan hálvgum tvey í nátt.
Einki verður sagt um, hvør upphæddin er, sum KÍ skal rinda, men NSÍ skrivar so, at avtala er gjørd um, at Hjalgrím Elttør nú skiftir til KÍ.
Hjalgrím hevði annars sagt sáttmálan við NSÍ upp, tí hann metti ikki, at treytirnar í hesum vórðu hildnar. Eftir hetta gjørdi KÍ sáttmála við spælaran, men NSÍ noktaði at útfylla spæliloyvið, tí teir mettu seg hava pappír upp á spælaran. Og tí teir mettu, at KÍ hevði roynt at fáa fatur á sáttmálabundnum spælara.
Alla vikuna hevur Hjalgrím annars vant við KÍ, og nú er so greitt, at hann kann verða partur av hópinum, sum í dag spælir á útivølli móti 07 Vestur, sum eisini stríðist fyri lívinum í Vodafone-deildini.