Hjalgrím: Vit fara ikki upp at flákra

Sølvi Vatnhamar heldur Víking verða betri, enn úrslitini vísa

Beint aftaná 1-0 sigurin hjá KÍ á heimavølli ímóti Víkingi fekk André Olsen hjá Miðlahúsinum orðið á Hjalgrím Elttør hjá KÍ, og Sølva Vatnhamar hjá Víkingi.

 

Hjalgrím Elttør staðfesti, at tað er ein góð kensla at hava seks stig, aftaná tveir dystir, men hann slær fast, at teir í KÍ fara ikki upp at flákra av hesum.

 

Sølvi Vatnhamar harmaðist enn eitt tap, men hann tvíheldur, at Vìkingur er eitt væl betri lið, enn úrslitini í effo-deildini higartil hava víst.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra prátini André Olsen gjørdi við Hjalgrím Elttør og Sølva Vatnhamar.