Tað eydnaðist okkum ikki at fáa fatur á nøkrum nevndarlimi í VÍF, áðrenn blaðið fór til prentingar hósdagin, men liðskiparin hjá 1. mansliði hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, heldur ikki, at umstøðurnar undir dystinum millum VÍF og Neistan 28. februar vóru so nógv øðrvísi, enn tær vanliga eru, tá dystir eru spennandi og nógv stendur upp á spæl.
? Eg havi sum so ikki tosað við nakran um hetta enn, men eg rokni við, at ein avgerð verður tikin í kvøld, segði Hjalmar Klein Olsen í gjár til spurningin, um VÍF fer at eftirlíka kravinum hjá HSF um eina umbering.
? Eg havi skilt tað soleiðis, at tað, dómararnir serliga hefta seg við, er, at ein fløska bleiv tveitt inn á vøllin, tá dysturin var liðugur, og at fólk tveittu kavabløk eftir teimum, tá teir komu út úr høllini, sigur VÍF-liðskiparin.
? Ein plastikkfløska stóð við vøllin og bleiv sparkað inn, tá dysturin var liðugur. Og hon varð als ikki tveitt eftir nøkrum av dómarunum, hóast tað sjálvandi er óheppið og tað skal sjálvandi ikki koma fyri, at hon endar inni á vøllinum. Og við hasum kavabløkunum havi eg skilt á lagnum, at talan var um 8-10 ára gomul børn. Tað verður so ofta rópt eftir dómarunum, tá dystirnir eru intensir ? tað slepst neyvan undan tí ? men eg meti ikki, at dómararnir hava havt nakra orsøk til at kenna seg hóttar, sigur Hjalmar Klein Olsen.
Tað gav endurljóð í høllini, tá dómararnir vístu Áka Olsen av vøllinum móti endanum av fyrra hálvleiki, men Hjalmar Klein Olsen heldur ikki, at júst tann hendingin hevur loypt øði í áskoðararnar. Tað var meira dømingin sum heild.
? Persónliga haldi eg, at útvísingin var ivasom, men strangt tikið kann hon kanska forsvarast. Tað er meira Birgir (Sondum, blðm.), ið sum dómari generelt irriterar okkum, tá hann er á vøllinum, tí tað hendir altíð okkurt rundanum hann.
Hjalmar Klein Olsen sigur, at avgerðin hvørt VÍF fer at umbera seg fyri Hondbóltssambandinum ella ikki, helst fór at verða tikin í gjárkvøldið.
Provokatión?
Annars undrar VÍF-liðskiparin seg eitt sindur um, at júst Birgir Sondum og Gunnar Gregoriussen eru settir at døma 1. deildardystin millum VÍF og StÍF á Skála sunnudagin 21. mars.
? Eg haldi tað vera ógvuliga løgið, at HSF setir teir báðar at døma henda dystin, sum kann gerast sera avgerandi, ikki minst um tað eydnast okkum at vinna á Kyndli nú sunnudagin, sigur Hjalmar Klein Olsen.
? Harafturat verða Hanus Kúrberg og Hans Thomassen, sum eftir mínum tykki hava verið klárt teir bestu dómararnir í ár, settir at døma 2. deild kvinnur beint áðrenn okkara dyst móti StÍF, og teir skulu eisini døma aftur beint aftaná. Hetta virkar næstan sum ein provokatión móti okkum, heldur Hjalmar Klein Olsen, sum vísir á, at dysturin móti StÍF kann vera dysturin, sum avger, um VÍF verður føroyameistari ella ikki.