Hjálparlinjan 116 111 svarar nú hvønn dag

Barna- og útbúgvingarmálaráðið skrivar, at hjálparlinjan 116 111, er eitt stórt framstig fyri børn og ung í Føroyum

Í eina tíð hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt saman við Barnaverkætlanini við at menna eina felags hjálparlinju til børn og ung.

 

Partarnir vóru aftur savnaðir í septembur í ár og deila nú sama telefonnummar 116 111, hetta er Tú og Eg Ráðgevingin, sum er høvuðshjálparlinjan hjá børnum og ungum í Føroyum.

 

Gjøgnum Barnabata hevur nummarið verið virkið í nøkur ár og livir upp til altjóða krøv. Nú er tænastan styrkt, og er hon opin hvønn dag í árinum frá kl. 18.00 til 22.00. Eitt lið við umleið 40 sjálvbodnum fakfólkum við viðkomandi royndum lyftir uppgávuna og svarar øllum brøvum, sum børn og ung senda til ráðgevingina. Hetta er ein týðandi framgongd, sum tryggjar, at hjálparlinjan er haldfør og meira álítandi – og leiðin er løgd fram ímóti einari felags hjálparlinju, ið verður tøk alt samdøgrið.

 

Arbeiðið er framt í samstarvi millum stovnar og felagsskapir, sum veita ráðgeving til børn og ung, umframt við partar, ið varða av Barnaverkætlanini, sum eru: Alamanna- og mentamálaráðið, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Heilsumálaráðið, Løgmálaráðið og Kommunufelagið.

 

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sigur:

 

- Við 116 111 hava vit ein tryggan og álítandi møguleika, har børn og ung altíð kunnu venda sær at fáa hjálp. Hetta er eitt gott dømi um, hvat vit kunnu fáa burturúr, tá vit arbeiða saman tvørtur um geirar og felagsskapir. Hjálparlinjan er eitt týðandi framstig – bæði fyri trivnaðin hjá børnum og ungum, og fyri okkara samfelag sum heild.

 

Arbeitt verður nú við at menna eina felags heimasíðu knýtt at 116 111, sum skal savna ymiskar ráðgevandi tænastur. Partarnir hava heitt á Barnabata um at taka stig til eitt netverk, sum skal styrkja samstarvið.

 

Frágreiðingin frá arbeiðsbólkinum kann lesast her.

 

Telefon ráðgevingin

 

116 111 Tú & Eg Ráðgevingin er ein ókeypis ráðgeving til børn og ung. Tørvar tær ráð, vegleiðing, ella bara onkran at tosa við, so kanst tú ringja til ráðgevingina á 116 111. 

 

Øll, ið ringja, eru dulnevnd. Tað merkir, at vit síggja ikki, hvør tað er, sum ringir, og tær nýtist ikki at upplýsa navn. 

 

116 111 Tú & Eg Ráðgevingin svarar hvørt kvøld frá klokkan 18:00 til 22:00.

 

Les meira her.