– Uppskotið verður lagt fram fyri at hjálpa tónleikafestivalum, ið eru raktir av avleiðingunum av COVID-19, skrivar Mentamálaráðið í uppskotinum og vísir á, at avleiðingarnar standast av, at myndugleikarnir fyri at basa smittuspjaðing hava sett almenn tilmæli í verk, sum raka tónleikafestivalarnar meint.
Tilmælini hava gjørt, at møguleikarnir fyri at halda festivalarnar ikki hava verið til staðar vegna COVID-19.
Talan er um fleiri árligar tónleikafestivalar, m.a. G!-festivalin, Summarfestivalin og Country & Blues festivalin.
– Hesi tónleikatiltøk krevja neyva fyrireiking í fleiri mánaðir frammanundan. Atgongumerki verða seld í forsølu í góðari tíð, og eru tað hesar inntøkurnar, ið fíggja tað mesta av fyrireikingini. Um so er, at festivalurin ikki verður hildin, hava øll tey, sum hava keypt atgongumerki í forsølu krav at fáa atgongumerkini endurrindað frá fyrireikarunum, og fyrireikararnir koma at sita eftir við øllum undirskotinum frá fyrireikingini, skrivar Mentamálaráðið í viðmerkingum til uppskotið.
Eingin lóg er galdandi á økinum í hesum lógaruppskoti fyri 2021, men lógaruppskotið byggir á leistin í løgtingslóg nr. 103 frá 25.juni 2020 um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar, almannagagnligar felagsskapir o.o. í sambandi við COVID-19, sum var galdandi fyri avlýst og avmarkaði tiltøk í 2020.
– Síðani tá er løgtingslóg nr.68 frá 5. mai 2021 um stuðul til listafólk í sambandi við COVID-19 og løgtingslóg nr. 69 frá 5. mai 2021 um stuðul til almannagagnligar felagsskapir og áhugsafeløg í sambandi við COVID-19 komnar í gildi, skrivar ráðið.
Uppskotið skal tryggja tónleikafestivalum hjálp, so teir hóra undan nú og í framtíðini. Uttan hjálp verður tapið fyri festivalarnar stórt. Skotið verður upp at seta í verk bráðfeingisskipan at hjálpa tónleikafestivalum, sum í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 1. september2021 vegna COVID-19 hava avlýst ella útsett tiltøk.